Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BÚSTAÐIR STÓRSTA AVBJÓÐINGIN

Eftir panelfundin á høvuðsstaðarráðstevnuni í gjár fóru borgarstjórarnir á vitjan hjá Victoriu krúnprinsessu, meðan restin av fundarluttaranum høvdu rundborðssamrøður um tær avbjóðingar høvuðsstaðirnir standa yvirfyri.

Semja var um, at høvuðsstaðirnir vóru lokomotivið fyri búskaparligum vøkstri í londunum, og at størsta avbjóðingin var at útvega hóskiligar og bíligar bústaðir til borgararnar, fyri ikki at tálma vøkstrinum.

Somuleiðis var stórur dentur lagdur á ein vælútbygdan infrastruktur, sum gjørdi tað lætt at ferðast millum heimið og arbeiðsplássini, og á at skapa góðar karmar fyri hægri útbúgvingum og gransking.