Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum var til 1. viðgerð hósdagin

Á tingfundi í dag verða trý lógaruppskot viðgjørd, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við serligum avbjóðingum. 

Talan er um 1 viðgerð av
Løgtingsmáli nr. 73/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
Løgtingsmáli nr. 74/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn
Løgtingsmáli nr. 75/2017: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

Lógaruppskotini er ein liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum í tíðarskeiðinum 2017 til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur í tíðarskeiðinum sett 200 mió. kr. av í løguætlanini til endamálið.

Gongd er sett á fyrireikingarnar og eru bygginevndir settar til at lata landsstýriskvinnuni byggiskrá til byggiætlanirnar, sum er fyrsta stig á leiðini.

Verða lógaruppskotini samtykt, verða verkætlanirnar eftir ætlan lidnar í 2023. Tann fyrsta, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu, verður væntandi klár í 2021.