Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum

Landsstýriskvinnan hevur í vikuni lagt trý lógaruppskot fyri løgtingið, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við serligum avbjóðingum.
 
Lógaruppskotini fevna um 
·         eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu við 6 búplássum og 6 umlættingarplássum umframt eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung
·         eitt nýtt barnaheim, sum verður skipað í fýra eindum, eini móttøkudeild, bú- og viðgerðareind, eftirverndareind og eini familjueind. 
·         tveir vardar bústaðir í Tórshavn til fólk við menningartarni, sum fara at útvega áleið 36 búpláss.
 
Lógaruppskotini er ein liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum í tíðarskeiðinum 2017 til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur í tíðarskeiðinum sett 200 mió. kr. av í løguætlanini til endamálið.
 
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, fegnast um, at gongd er sett á arbeiðið og takkar samstundis politisku skipanini fyri at hava tikið hetta mál í størsta álvara við at seta neyðugan pening av til endamálið. 
 
Í síðstu viku vórðu bygginevndir settar og eru tær farnar til verka. Fyrsta stig á leiðini er at lata landsstýriskvinnuni byggiskrá til byggiætlanirnar. 
 
Gongst sum ætlað, eru hesar tríggjar verkætlanirnar lidnar í 2023. Tann fyrsta, búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu, verður væntandi klár í 2021.
 
Tíðindabræv
 
Almannamálaráðið
Ministry of Social Affairs 
Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn