Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býarbókasavnið gevur ein livandi miðbý !

Sum formaður í Byggi og Byarskiparnevndini, eri eg sera fegin um, tað økta virksemi sum Býarbókasavnið gevur miðbýnum í dag.

Serliga síðani hølisviðurskiftini eru broytt á býarbókasavninum og har er nú er bæði Is Café, tráðleyst internet, og alt tað er samantvinna við at læna bøkur.

Eisini er at fegnast um, at Býarbókasavnið hevur økt munandi um vitjunartalið seinastu tíðina.

Nú er tíð til, at fáa innrættað kjallaran á Býarbókasavninum, soleiðis at td barnafamiljur kunnu koma at vitja og harvið verður eisini meira trivnaður og enn meira ein skapandi livandi miðbýur.

Somuleiðis er eisini at fegnast um, at har ber nú til at hava ymiskar framførslur og tiltøk.

Tórshavnar býráð skal nú taka støðu til, at játtað 1,5 til innrættan av kjallarahæddini, sí stutta lýsing her. (Linkurin fylgdi tíverri iki við, blm.)

Býarbókasavnið varð í 2010 og 2011 lutvíst umbygt i kjallaranum og veghæddini. Í fíggjarætlanini fyri 2012 eru settar 1,5 mió, og sambært fíggjarætlanartekstinum er tað til framhaldandi dagføring, serliga kjallaranum. Endamálið er at víðka um virksemismøguleikarnar og gera býarbókasavnið enn sjónligari og virknari í gongugøtuni.

Ynskiligt hevði verið við heildarætlan fyri allan bygningin, so at virksemið bæði í mun til starvsfólk og tænastur til tey vitjandi, børn sum vaksin, kann skipast betri enn í dag.

Kjallarin er lutvíst myrkur (móti gongugøtuni, trappa niður frá café-økinum). Hin parturin, sum vendir móti Tórsgøtu, fær hinvegin gott dagsljós og er lutfalsliga stórur, eins og at niðurgongd er gjøgnum høvuðstrappuna. Myrki og ljósi parturin kann møguliga skiljast heilt sundur í tvey sjálvstøðug rúm.

Málið hevur er samtykt í mentamálanevndini og fíggjarnevndini, har mælt var til, at játta kr. 1,5 mió til Býarbókasavnið (løgujáttan) til framhaldandi dagføring serliga av kjallaranum.

Hetta er at fegnast um, og er tað rættað stigið fyri áhaldandi at fáa lív aftur í miðbýin. Vit skulu hava ein livandi miðbý og tað er Býarbókasavnið eitt gott dømi um.

Vh

Levi Mørk

Formaður í byggi og byarskiparnarnevndini