Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býarbókasavnið karmur um bókakafé

Mikudagin 18. desember kl. 19.30-21.00 verður Býarbókasavnið karmur um bókakafé, har skaldskapartíðarritið Vencil og forlagið Eksil leggja fram sínar jólafesku útgávur.

Fleiri kendir rithøvundar koma á gátt at lesa upp, millum onnur Sissal Kampmann og Kim Simonsen, sum bæði eru útgávuaktuell á ávíkavist forlagnum Eksil og Mentunargrunni Studentafelagsins.

Eisini koma Rói Patursson og onnur at lesa upp úr nýggju útgávuni av Vencili.