Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bygdaskeltir býtt um í neinastu nátt

SKÁLKABRAGD: Nógv, sum hava koyrt á Skálafjørðinum og móti Rituvík í gjáramorgun, høvdu ivaleyst lagt til merkis, at tað stóð Rituvík á bygdaskeltinum oman móti Søldarfirði sunnanifrá, og at Søldarfjørður stóð á skeltitinum, tá koyrt varð til Rituvíkar.

Nú er helst ov nógv gjørt av at kalla hetta fyri herverk, tí skeltini eru heil. Heldur er talan um eitt skálkabragd, sum onkur hevur funnið fragd í at fremja. Hinvegin hava tann ella tey, sum hava framt hetta, veruliga gjørt sær ómak. Tað eri kki heilt einfalt og tekur tíð at skrúva skeltini av og á og fáa býtt tey um.

Bygdaskeltini standa nú aftur á røttum støðum, so nú nevnist Rituvík aftur fyri Rituvík og Søldarfjørður fyri Søldarfjørð. 

Annars hendir tíverri við jøvnum millumbilum, at ognirnar hjá landinum á infrakervinum eru fyri herverki. Ikki endiliga skeltini, men serliga busskýlini ikki fáa frið.