Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býlingshúsið í Norðasta Horni 25 ár

Tann 22. februar eru 25 ár liðin, síðan býlingshúsið á Norðasta Horni lat upp á fyrsta sinni. Móttøkan verður fríggjadagin frá klokkan 15.00 til 17.00.

Gerandisdagurin á Norðasta Horni hevur altíð verið merktur av mennandi avbjóðingum til børnini, har karmarnir eru góðir at virka bæði innandura og uttandura. Í nógv ár er náttúran miðvíst brúkt sum námsfrøðiligt amboð.

Støði hevur altíð verið tikið í førleikanum hjá einstaka barninum. Menning, trivnaður og gott foreldrasamstarv hava verið lyklaorðini øll hesi 25 árini.

Hetta seinasta árið hevur eisini ungdómscafé verið í býlingshúsinum, trý kvøld um vikuna.

Tríggjar stovur eru í býlingshúsinum, har 48 børn eru í alt.