Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býlingshúsið undir Brúnni 25 ár

Býlingshúsið við tí vakrasta útsýninum í býnum hátíðarhelt 25 ára dagin fríggjadagin. Á stovninum eru í løtuni 54 børn og langur bíðilisti, tí stovnurin er sera vælumtóktur.

At trivnaðurin á stovninum eisini er góður sæst m.a. av, at nógv av starvsfólkunum hava starvast sera leingi á stovninum. Í løtuni eru 16 starvsfólk íalt.

Hetta nevndi borgarstjórin eisini í síni røðu, at stovnurin var kendur fyri góðan trivnað - eisini fingu tey eitt gott orð á vegnum fyri tann vakra garðin, eins og foreldur og starvsfólk starva sera væl saman um trivnaðin á stovninum.

Turið Horn er leiðari á stovninum og hevur verið tað seinastu 12 árini. Føðingardagin vitjaði eisini Regin W. Dalsgaard, sum var fyrsta barn, ið varð innskrivað á stovninum fyri 25 árum síðan.