Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BÝRÁÐIÐ SAMTYKT INNKOMUVEGIN TIL TÓRSHAVNAR

Herfyri undirskrivaðu Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna avtalu um innkomuvegin til Havnar. 

Og í kvøld samtykti Býráðið einmælt at taka undir við avtaluni og samstundis gera neyðugu fyrireikingarnar til at byggja út kommunala vegakervið í økinum. 

- Málið hevur verið ávegis í eini 20 ár, og nógvar loysnir hava verið nevndar millum ár og dag. Hetta er ein góð loysn fyri allar partar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Eftir ætlan skal nýggi innkomuvegurin verða klárur at taka í nýtslu, tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur, og fyrstu bilarnir fara at koyra ígjøgnum tunnilin.

Landið fyrireikar í løtuni arbeiðið at gera nýggja innkomuvegin, og farið verður undir sjálvt arbeiðið í 2017. Landið hevur sett av 27 milliónir krónur til arbeiðið við nýggja innkomuvegnum.