Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

C í ES

Nú var Javnaðarflokkurin í andglettinum, og tað er at vóna fyri hann, at fá av teimum, sum hugsa sær at greiða atkvøðu fyri tí flokkinum, sóu sendingina, og at tey sum sóu, ikki skiltu tað sum teir borðreiddu við. 

Her kom flokkurin nevniliga út úr skýmaskotinum og spældi fullkomuliga samdur út, at hann helt at vit skuldu fara upp í ES sum ein partur av Danmørk. Higartil hava vit hoyrt, at tað er bara nakað, sum fólkatingsmaðúr teirra gongur har niðri í Keypmannahavn og mølmar um, men nú kom sjálvur floksformaðurin og váttaði, at hetta var politikkur Javnaðarfloksins.

Harvið fellur mangt upp á pláss.

Við bit og slit fingu vit í sínari tíð forðað fyri, at vit komu inn í ES. Eitt einmælt løgting tók hesa støðu.

So fór Javnaðarflokkurin miðvíst eftir at koyra okkum á húsagang. Hetta eydnaðist 6. oktober 1992.

Í 1993 gekk javnaðarleiðslan donsku javnaðarmonnunum til handa við at fáa okkum at samtykkja at fáa umsetiligar kvotur í fiskivinnuni. 

Hesi skipan fyri at takka kundi eitt felag í ES keypa kvotuna hjá Anitu, og ikki bert eyðræna okkara felags tilfeingi fyri tað teir høvdu keypt, men stjala tríggjar ferðir so nógv, og allur tjóvafolin fer av landinum.

Hetta skipaða rán fer fram javnaðarpolitikkinum fyri at takka. Men nú halda útlendsku arbeiðsgevararnir hjá javnaðarflokkinum hetta vera ov lítið. Flokkurin hevur givið einum ávísum harra lítlafingurin, men nú skal hann hava alla hondina.

Tað er hetta, sum javnaðarveljararnir við síni atkvøðu skulu leggja rygg til. 

Zakarias Wang=