Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Carsten Hansen til Føroya í morgin

Í morgin kemur Carsten Hansen, ráðharri í býar-, byggi-, útjaðara- og norðurlandamálum, til Føroya. Danmark hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum í ár, og undir danska formanskapinum hava Føroyar ein týðandi leiklut á serliga fiskivinnuøkinum. 

Vertur fyri vitjanini er Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri.

Hósmorgunin hevur danski ráðharrin fund við løgmann og Anniku Olsen, ið varðar av norðurlandamálum.

Á vitjanini í Føroyum skal Carsten Hansen eisini hava fund við Ríkisumboðið, NORA, formannin í Útnorðurgrunninum og Bústaðir, meðan hann vitjar Visit Faroe Islands, Norðurlandahúsið, Gjáargarð, Sjósavnið og byggiverkætlanina Skansin.

Fríggjadagin kl. 12.00 verður skipað fyri tíðindafundi í Tinganesi.

Carsten Hansen fer av landinum aftur seinnapartin fríggjadagin.