Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin Símin Johannesen heilsar uppá Chris Duff.

Chris Duff fyrilestur fyri næmingum og lærarum

Í gjár kom amerikumaðurin Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar inn á Toftir. Í morgun hevði hann fyrilestur í Tofta skúla.

Chris greiddi børnunum frá hvussu man ger dreymar til verðuleika. Við at hava positivar tankar í øllum lívsins viðurskiftum, og fokusera á tað ein brennur fyri, kanst tú koma langt her í lívinum.

Børnini vóru sera áhugaði, og settu tey honum fleiri spurningar um vandafullu ferðina her til, og hvussu hann klárar hetta einsamallur.

Um ellivutíðuna legði Chris frá landi á Toftum við kós móti Eiði, har hann fer at bíða eftir góðum byrði til Íslands.

Kelda: www.nes.fo

Fleiri myndir síggjast á www.toftaskuli.fo