Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Christian Andreasen flytur fokus

Tað er nú einki at siga til, tá hann sum advokatur yvur fyri fjølmiðlum og føroya fólki roynur at afturvísa tann veruleika, at klientur hansara, bæði hevur villeitt, eins og sagt ósatt. Tí er tað einki minni enn ein undanførðsla av grovasta slag, tá Christian Andreasen roynur at flyta fokus, har hann í fjølmiðlunum leggur dent á, at allur tollur av teimun nógvu vørum, sum klientur hansara ólógliga hevði tikið út av goymsluni varð goldin.

Og hvat so, er tað ikki meira enn natúrligt, aftaná at ein fyritøka sum hevði tikið sær rættin til " rentufrítt lán ", við at lata tey 25 % blíiva liggjandi í kassanum dagar, mánaðar og ár, aftan á at vøran varð seld.

Christian Andreasen veit líkavæl sum eg og onnur, at nógvar fyritøkur vóru noyddar at snara lykilin um, orsaka kreppuni fyrst í hálvfemsunum. Ivist onga løtu í, at nógvar av hesum fyritøkum høvdu hórða undan, um tær høvdu somu umstøður sum klienturin hansara, nevnliga at kanna sær ein gjaldsskoða í fleiri ár, við ikki at gjalda mvg.

Áhaldandi at fara út í fjølmiðlarnar, og avsanna at klientur hansara ikki havur snýtt í tolli, tað er langt úti. . Í staðin er tað Kringvarpið í er skurkurin, sambært advokatinum. Eisini veit hann " at kjarnan " í tollmálinum, eru ósannindi um at klienturin ikki hevði ánilsi av, at tollkreditturin var uppsagdur.

Nú vísur tað seg, ar klienturin er " tikin við buksunum niðri ". Tí í mars mánaða 1991 hevur hann í einum skrivi, biðji um at bankatrygdin-tollkreditturin ikki gerst effektivur, so leingi sum felagi royndi at fáa eina avtalu við landsstyri viðvíkjandi hesum. Hetta SKJALI er tað avgerðandi prógvi um, at tað als ikki var ivi um, at brævið um at tollkreditturin var uppsagdur, var komið á rættað stað.

At advokaturin nú roynur at flyta fokus, og fer út í fjølmiðlarnar og roynur at gera nógv burtur úr, at stjórin á Tollstovu Føroya einki visti um brævið, tað er bara fyri at flyta fokus, tí nú hevur klienturin hjá honum við einum skrivi og undirskrift, biðji um at bankatrygdin- tollkreditturin ikki skal gerast effektivur, tí felagið " arbeiður við málinum ".

Kanska hevði advokaturin " gloymt " hetta skjalið, ikki veit eg. Ella kanska var tað tilætla, tá fjølmiðlafólkini fingu tveit rúgvuna av skjølum í fangið,beint áðrenn " fjølmiðlastunti " fór fram í miðlahúsinum, soleiðis at ikki vóru stundir til at nærlesa øll skjølini. Afturat omanfyrstandandi, so hevur tollmálið líka nógv við moral, etik og vanliga fólkaligheit at gera. Nakað sum Jonhard Eliasen so væl lysur í síni grein " Lán í knappari vending " í Sosialinum 31.01.13.

Greinin hjá Jonhard Eliasen vísur hvussu arrogantur klienturin hjá Christian Andreasen veruliga hevur verið, ikki bara í omanfyrinevnda málið. Eisini í tí sokallaða " Baadermálinum ". Greininhjá J.E. byrjar við. citat. Í bløðunum á vári í 1996 lesa vit yvurskrift til grein um "sokallaða Baadermálið", at Jørgen Niclasen ikki vildi kallast tjóvur.

Í greinini verður hann endurgivin fyri at siga: "Eg ætlaði mær ikki at stjala maskinurnar frá Fiskavirking. Eg lænti tær í eini knappari vending". Hóast "lánið" varð framt í knappari vending- og uttan at spyrja lángevaran um loyvi -, so vóru sambært øðrum blaðgreinum stundir at skifta spjaldur á nýggjari maskinu um við tað eldri. At spjaldrarumskiftið fór fram, váttaði bæði táverandi stjórin og tekniski leiðarin fyri Føroya Fiskavirking. citat enda.

Í samband við tollmálið, kemur Jonhard Eliasen í millum annað til hesa niðurstøðu. citat. Manupulatión, ábyrgdar - undanstøkkingin og illviljin móti at viðganga egin mistøk á tíðindafundinum lýsa persónsmenskuna hjá Jørgen í dag. Hetta hevur uppaftur størri týdning fyri politisku viðurskiftini í nútíðini enn tað hann í fortíðini stóð fyri. citat enda.

Hvat hevði Bill Justinusen sagt um eg tildømis fyrst fór inn í bilhúsið hjá honum. Harnæst at eg so tók skrokknummari av akfarinum hjá honum. Fyri síðan at eg setti skrokknummari á einum bili við ongum nummarspjøldrum á bilin hjá honum. Eg spyrji bara? Hinvegin so tillátursgerð Bill Justinesen hesi viðurskifti, og umberð seg við, at fjølmiðlafólkin ikki eiga at lúgva. At ein persónur sum Bill skal góðtaka sovorðin beinleiðis kriminel viðurskifti, tí hatta er fari fram, eitt annað tíðarskeið, táð er ófatiligt. Ella vísur tað hinvegin, at hann vil verða við til at tryggja maktina fyri ein og hvønn prís.

Frank Davidsen