Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

CO2 útlátið hækkar

Seinasta uppgerðin av útláti av vakstrarhúsgassi vísir, at økt oljunýtsla, serliga hjá fiskiskipum og í sambandi við leitiboring, gjørdi, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi var 7,6% størri í 2010 enn í 2009.

Sum liður í alheims samstarvinum fram ímóti at minka globala útlátið av vakstrarhúsgassi, er Føroyum, eins og øllum øðrum heimsins londum, álagt at gera árligar útlátsuppgerðir.

Nýggjasta uppgerðin hjá Umhvørvisstovuni vísir, at útlátið av vakstrarhúsgassi var 7,6% størri í 2010 enn í 2009. Størstu oljubrúkararnir - fiskiskipini, SEV og húsarhaldini - brúktu 14 túsund tons meira av olju í 2010 enn í 2009. Úti við 5 túsund tons av olju vórðu brúkt í.s.v. leitiboringina hjá Eni í 2010.

Myndin omanfyri vísir útlát av vakstrarhúsgassi hjá ymiskum oljubrúkarum.

Fiskiskip

Ein stórur partur av allari oljusølu fer til fiskiskip. Føroysk fiskiskip bunkraðu á leið 64 túsund tons av olju í 2010. Til samanberingar vórðu 56 túsund tons av olju bunkrað í 2009 - talan er um ein vøkstur uppá 7.500 tons, sum er ein øking uppá 13%. Av hesi orsøk øktist samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi 3%.

Gongdin seinastu trý árini við minkandi útláti frá føroyskum fiskiskipum er sostatt vend. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Miðal avreiðingarprísirnir vóru í fleiri førum hægri í 2010 enn í 2009, heildarveiðan størri, umframt at oljan ikki var eins dýr í 2010 sum undanfarin ár.

Síðani Faroe Bunkers byrjaði sítt virksemi í Fuglafirði í 2008, er nøgdin av olju, sum útlendsk fiskiskip hava bunkrað í Føroyum, økt munandi. Tó var munurin á søluni í 2009 og 2010 so lítil, at økta útlátið frá fiskiskipum, sum sæst á myndini omanfyri, einans stavar frá øktari oljunýtslu hjá føroyskum fiskiskipum.

Myndin omanfyri vísir sølu av olju til føroysk og útlendsk fiskiskip í Føroyum í 2010.

Av tí at tøl fyri bunkringar hjá fiskiskipum undanfarin ár ikki eru tøk, ber ikki til at útgreina í hvørjum skipabólki vøksturin hevur verið størstur.

Elframleiðsla

Óvanliga lítið avfall og vantandi vindur, saman við óhappum og nógvum viðlíkahaldsarbeiði høvdu við sær metstóra framleiðslu á termisku verkunum hjá SEV í 2010, og harvið stóra oljunýtslu (Kelda: Ársfrágreiðing 2010 SEV). Í 2010 brúkti SEV 3.882 t meira av olju enn í 2009, hetta er ein vøkstur upp á 10%. Stóra oljunýtslan sæst aftur sum ein øking í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi uppá 1,6%

Húsarhaldini

Í 2010 vórðu 2.700 t meira av olju brúk til upphiting av húsarhaldum, hetta er ein øking uppá 8% í mun til 2009. Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi øktist av hesi orsøk 1,1%. Orsøkin til øktu oljunýtsluna er helst fyrst og fremst, at 2010 var eitt kaldari ár enn 2009. Miðalhitin í Tórshavn var 6,3°C í 2010, sum er tað lægsta í langa tíð. Uppgerð av sokallaða graddagatalinum vísir eisini, at munurin millum úti- og innihita var 15% størri í 2010 enn í 2009. Kalda veðrið hevur fingið fólk at skrúva upp fyri hitanum.

Tað jaliga er, at alt annað líka skuldi tað kaldara veðrið givið 15% størri oljunýtslu, men bara helvtin av hesum sæst aftur í øktari oljunýtslu, sum er ein rættiliga greið ábending um, at húsarhaldini ikki, í eins stóran mun, brúka olju til upphiting. Millum annað hava yvir 600 húsarhald í Føroyum hitapumpu og nógv eru, sum hava bjálvað húsini betur.