Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Country kemur til Havnar við Marty, Halli og Arnari Inga

Risa stórt country kvøld verður í Havn leygarkvøldið, tá Marty Stuart, Hallur Joensen og Arnar Ingi Ólafsson borðreiða við country í heimsflokki. 

Tað hevur eydnast at fáa ikki færri enn trý stór countrynøvn til Føroyar til tiltakið, Umframt okkara egna country kong Hall Joensen, ið ikki er dagligur gestur á føroyskum palli, eftir at hann flutti av landinum, so kemur fyrrverandi gittarleikarin hjá Johnny Cash navnframi amerikanski country tónleikarin og sangskrivarin Marty Stuart til Føroyar á fyrsta sinni, meðan íslendski Johnny Cash tulkarin Arnar Ingi Ólafsson, ið áður hevur spælt á Countryfestivalinum, vitjar aftur.

Marty Stuart gjørdist av álvara kendur í áttatiárum sum partur av bólkinum hjá Johnny Cash. Sum solistur hevur hann havt hitt sum The Whiskey Ain't Workin’,  This One's Gonna Hurt You , Tempted, Hillbilly Rock, Western Girls og Arlene. Marty Stuart hevur eisini The Marty Stuart Show, har hann fær vitjan av tónleikarum og spælir saman við teimum. 

Arnar Ingi Ólafsson er longu eitt kent navn í Føroyum eftir framførsluna á Country & Bluesfestivalinum í Sørvági. Hann hevur gjørt vart við seg í heimlandinum við sínum tulkingum av Johnny Cash, og hansara rødd liggur sera tætt við røddina hjá Cash. 

Eftir konsertina við hesum báðum kemur sjálvur country kongurin Hallur Joensen at spæla til dans.

Tað er Neistin, ið skipar fyri konsertini, ið er í Høllin á Hálsi í Havn nú leygarkvøldið 14. oktober, kl. 21.00