Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagførda fíggjarlógaruppskotið 200 mió. kr. í avlopi

Landsstýrið hevur latið Løgtingsins fíggjarnevnd dagføringar til fíggjarlógaruppskotið fyri 2017.  Við dagføringunum vísir fíggjarlógaruppskotið nú eitt avlop á 200 mió. kr. í mun til 112 mió. kr., tá ið uppskotið varð lagt fram. 

Orsøkin er fyrst og fremst, at landsstýrið væntar hægri inntøkur í 2017 enn upprunaliga mett. Hetta tí at inntøkurnar í 2016 gerast væl hægri enn væntað varð, tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 varð lagt fyri Løgtingið 30. september. Serliga eru tað inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi, fiskivinnu og alivinnu, ið eru hægri enn væntað. Inntøkumetingarnar fyri 2017 verða tí tillagaðar samsvarandi.

Størstu broytingarnar á útreiðslusíðuni eru, at nýggjar upplýsingar eru komnar um játtanartørvin á Landssjúkrahúsinum, at landið fer undir at veita tilboð til fólk undir 67 ár við demens, og at bústaðarloysn er funnin fyri tey, ið hava búleikast á psykiatriska deplinum í mong ár.

Meira kann lesast her: http://cdn.lms.fo/media/8796/frágreiðing-í-sambandi-við-broytingaruppskot-landsstýrisins-og-dagførda-inntøkumeting-til-uppskot-til-løgtingsfíggjarlóg-fyri-20174.pdf

Fíggjarmálaráðið