Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagstovnurin á Argjum vitjaði borgarstjóran

Hvør er munurin á einum borgarstjóra og einum løgmanni? Og duga býráðslimirnir at gera krút? Fær mann altíð bomm á býráðsfundum? Og eru tað býráðslimirnir, sum byggja skúlarnar?

Spurningarnir eru nógvir, tá tey yngstu vitja í býráðssalinum. Hesaferð vóru tað børn úr Dagstovninum á Argjum, sum vitjaðu borgarstjóran, sum so pedagogiskt sum møguligt royndi at svara spurningunum.