Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DAGTILHALD TIL HEIMLEYS FYRI BÝRÁÐIÐ

Hóskvøldið kemur mál fyri á býráðsfundi í Havn um at gera avtalu við Frelsunarherin um at standa fyri einum skipaðum dagtilhaldi ella hitastovu í býnum.

Tørvur er á einum skipaðum tilhaldi, ofta nevnt hitastova, til heimleys í dagtímunum. Frelsunarherurin og Blái krossur hava bútilboð til heimleys við stuðli úr landskassanum sambært forsorgarlógini, men hetta er í høvuðsheitum eitt tilboð um náttarvist. Í dagtímunum halda tey heimleysu í stóran mun til úti á gøtunum, ofta til ampa fyri bæði tey sjálvi og onnur.

Hitastovan/dagtilhaldið er tilboð, sum tey heimleysu frítt kunnu brúka, og har tey kunnu fáa virðiligar umstøður og nærveru og umsorgan undir skipaðum viðurskiftum. Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu er hálv miljón sett av til tilhald til heimleys.

Ætlanin hevur verið at gera avtalu við hjálparfelagsskap at standa fyri hitastovuni. Í 2012 vendi Frelsunarherurin sær til kommununa við ætlan um at byggja Herbergið á Dalavegnum út til eisini at fevna um dagtilhald til tey heimleysu. Hetta samsvarar væl við nýtslumøguleikarnar og virksemið, sum Herbergið frammanundan hevur.

Dagtilhaldið fer at hava opið frá kl. 11 til 18 hvønn dag, har tey heimleysu umframt mat eisini hava høvi til at taka lut í smærri ítrivum. Frelsunarherurin hevur fingið byggiloyvi, rindar allan kostnaðin fyri byggingina, men søkt verður um stuðul til raksturin. Umsitingin hevur saman við Frelsunarherinum gjørt uppskot til avtalu um stuðul til rakstur av hitastovu/dagtilhaldi til heimleys í Tórshavnar kommunu.

Málið hevur verið viðgjørt av bæði trivnaðarstjóranum og sosialdeildarleiðaranum, og bæði trivnaðar- og fíggjarnevndin mæla býráðnum at taka undir við ætlanini. Málið kemur fyri býráðið nú hóskvøldið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um at ein avtala verður gjørd, men hann ætlar sær at virka fyri, at Blái Krossur onkursvegna eisini verður stuðlaður í sambandi við hitastovuna í Kongagøtu og Forsorgarheimið í Grønulíð. Hetta fer hann at kanna nærri og at virka fyri.