Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagur & Vika bar misvísandi tíðindi

Um dagarnar hevur ein serfrøðingabólkur verið í Føroyum og lagt fram niðurstøður og tilmæli í eini uttanhýsis eftirmeting, sum á fyrsta sinni er gjørd av Fróðskaparsetri Føroya. 

Í sambandi við framløguna av fráðgreiðingini var skipað fyri tiltaki í Mentamálaráðnum, har niðurstøður og tilmæli vóru løgd fram. Møguleiki var eisini at seta spurningar. Væl av fólki var møtt og Kringvarpið var eisini á staðnum. 

Í kjalarvørrinum á tiltakinum í Mentamálaráðnum vóru innsløg í Útvarpinum hjá Kringvarpinum og í Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, har frágreiðingin varð viðgjørd og samrøður vóru við Lindu Nielsen, formann í serfrøðingabólkinum, og Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Setrinum.

Eftir míni meting var innslagið í útvarpinum sakligt og viðgjørdi innihaldið í frágreiðingini frá serfrøðingabólkinum, men tá Dagur & Vika á kvøldi tann 13. januar fór undir at lýsa málið, vóru tíðindini eftir míni bestu sannføring misvísandi.

Nógv bendir á, at fyrireikingararbeiðið undan innslagnum ikki var gjørt til lítar, og tí varð neyðugt hjá rektaranum á Fróðskaparsetrinum, Sigurði í Jákupsstovu, at rætta tað, sum Kringvarpið bar fram ferð eftir ferð. 

M.a. varð ført fram, at universitet uttan fyri Føroyar høvdu ilt við at góðkenna útbúgvingarnar á Setrinum og at lesandi í Føroyum av teirri orsøk høvdu ilt við at sleppa framat at lesa víðari í útlandinum. Somuleiðis var ført fram, at professari í orkuverkfrøði, sum starvast á Setrinum er løntur av vinnuni.

Bæði hesi uppáhald geva eina skeiva mynd av støðuni, og verða tey heldur ikki borin fram í frágreiðingini hjá serfrøðingabólkinum, sum Kringvarpið annars vildi vera við.
Sjálvandi hava miðlarnir rætt til at viðgera Fróðskaparsetrið kritiskt, og eftirmetingin vísir eisini á viðurskifti, sum Setrið kann gera betur.

Men í eini tíð, har arbeitt verður við at draga fleiri ung lesandi til okkara einasta universitet, er hugstoytt, at Kringvarpið - okkara sterkasti miðil og einasti almenni public service-stovnur - ber fram ógrundaðan og skeivan kritikk tiknan úr leysum lofti.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður