Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dan gav avboð til at møta forsetanum

Grein frá mai 2017: Orsøkin er, at Oyggjatíðindi er ikki vælkomið  í Norðurlandahúsið.

Aðalkonsulatið hevði annars bjóða blaðstjóranum Dan Klein, til móttøku í Norðurlandahúsinum, hósdagin 18. mai 2017 klokkan 17:00 sí viðheftan fíl.

Dan Klein sendi hesi boðini til aðalkonsulat Íslands, við avriti til stjóran í Norðurlandahúsinum:


Aðalkonsulat Íslands
Í Føroyum

Skal takka mangar gangir fyri innbjóðing til móttøku av forseta Íslands, Guðni Th. Jóhannesson og frú Eliza Reid.

Sum eg havi gjørt tykkum vart við fyrr, so ber  tað mær tíverri ikki til at koma í Norðurlandahúsið, tí eg í teldubrævi frá  Urd Johannesen, (Nlh), havi fingið at vita, at Oyggjatíðindi, sum fjølmiðil, er ikki vælkomin í húsið.

Hetta til tykkara kunning.

Vinarliga

Oyggjatíðindi

Dan Klein, blaðstjóri