Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danir viðurkenna okkara skyldur, men ikki okkara rættindi

Tíðargrein - Poul Michelsen, landsstýrismaður

Samhandil og samstarv við umheimin eru grundarlagið undir vøkstri og vælferð í Føroyum, og alheimsgerðin skapar nýggjar marknaðir og samstarvsmøguleikar. Samgongan hevur tí sett sær fyri at reka ein virknari uttanríkispolitikk og at taka burtur millumtjóða avmarkingar og forðingar. Hetta merkir ikki einans, at føroyingar skulu sita við borðið, tá viðkomandi millumtjóða avgerðir verða tiknar, sum koma okkum við, men eisini sum sjálvstøðugur partur

Men uttanríkispolitiska heimildarlógin hevur í hyggju at forða okkum í at røkja okkara sjálvsøgdu áhugamál. Sambært lógini viðurkennir danska stjórnin ikki, at Føroyar eru ein sjálvstøðugur fólkarættarligur partur og myndugar í altjóða høpi. Tað er tó ikki sørt ironiskt, at danir ikki vilja góðtaka okkara millumtjóða rættindi, tí teir hava ongar trupulleikar við at viðurkenna okkara millumtjóða skyldur.

Ríkisrætturin er eingin forðing

Uttanríkispolitiska lógin heimilar Føroyum at taka lut í millumtjóða felagsskapum og at gera avtalur við aðrar tjóðir undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne.” Danska stjórnin er av teirri fatan, at Danmark, Føroyar og Grønland eru ein og sami fólkarættarligi partur (subjekt), Kongaríkið Danmark. Hetta forðar sambært dønum fyri, at Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í millumtjóða felagsskapum og gera sáttmálar í egnum navni og soleiðis røkja síni egnu áhugamál. Hesa fatanina grunda danir á donsku grundlógina. Men veruleikin er, at grundlógin er púra óviðkomandi í hesum høpi.

Landsstýrið hevur gjørt sítt løgfrøðiliga heimaarbeiði í hesum máli. Sambært altjóðarætti eru Føroyar at rokna sum eitt rættarevni í altjóða lóg við heimildum at gerast sjálvstøðugur sáttmálapartur. Tað er ein fólkarættarlig meginregla, ið er grundfest í altjóða rættarskipanini, at millumtjóða sáttmálar verða gjørdir millum fólkarættaligar partar. Tað er fólkarætturin, sum ásetur meginreglurnar fyri, hvussu lond og altjóða felagsskapir skipa viðurskiftini sínámillum. Her hevur danska grundlógin í roynd og veru einki at siga, tí sambært fólkarættinum eru tað ikki innanlendis rættarskipanir - sum til dømis grundlógin - sum gera av, um lond hava sjálvstøðug sáttmálarættindi.

Grundgevingarnar hjá donsku stjórnini fyri ikki at viðurkenna, at Føroyar eru ein sjálvstøðugur millumtjóða partur, eru snøgt sagt ikki haldgóðar í mun til fólkarættin. Tær eru tvørtur ímóti í andsøgn til hann.

Skyldur, men ikki rættindi?

Tulkingin hjá donsku stjórnini er ikki bara løgfrøðiliga óhaldbar. Hon ber heldur ikki til í gerandisdegnum.

Tað hendir jú meira enn so, at londini í Kongeriget Danmark hava fullkomiliga mótstríðandi millumtjóða áhugamál. Danmark sigur seg skulu røkja føroysk áhugamál vegna Føroyar. Men sum limaland í Evropeiska Samveldinum ber hetta ikki til, tá Føroyar hava trætumál við júst ES, og Danmark tekur lut í tiltøkum ið hava til endamáls at skerja tilvunnin rættindi Føroya.

Í roynd og veru hava Føroyar eisini í mong ár virkað við sjálvstøðugum sáttmálarættindum. Vit hava millum annað gjørt fiskiveiðiavtalur í egnum navni við onnur lond í áratíggju. Danmark noyðist tí at viðurkenna, at Føroyar kunnu verða ein sjálvstøðugur sáttmálapartur.

Kanska er tað lagnunnar speisemi, at danska stjórnin ikki avnoktar, at Føroyar hava sjálvstøðugar sáttmálaskyldur, samstundis sum hon ikki vil viðurkenna, at vit hava sjálvstøðug rættindi. Tiltøkini hjá ES í sildaósemjuni vísa jú, at Føroyar verða roknaðar sum sjálvstøðugur partur í altjóða samstarvi – í øllum førum, tá ið hetta kann brúkast ímóti okkum.

Høvdu Føroyar ikki sjálvstøðug sáttmálarættindi, skuldi tað merkt, at Føroyar ikki kundi ábyrgdast fyri at bróta fólkarættarligar skyldur. Kortini var hetta júst tað, Føroyar vórðu lagdar undir í sildaósemjuni. Hetta var sjálv fortreytin fyri tiltøkunum, sum ES-nevndin setti í verk móti okkum. Sambært ES høvdu Føroyar nevniliga ikki yvirhildið sínar skyldur í umsitingini av fiskastovnunum í mun havrættarsáttmálanum hjá ST, og vit skuldu tí hava brotið okkara fólkarættarligu skyldur. Ta ferðina setti danska stjórnin seg ikki upp ímóti, at Føroyar høvdu eina støðu sum sjálvstøðugur fólkarættarligur partur við beinleiðis skyldum í altjóða lóg.

Tað er sjálvandi løgfrøðiligt høpisloysi, um Føroyar ikki hava sjálvstøðug sáttmálarættindi, tá vit hava fólkarættarligar skyldur. Tað tykist sera margháttligt, at danska stjórnin ikki vil viðurkenna hetta. ES-ákæran hevði verið ógildug, um Føroyar ikki høvdu havt sjálvstøðug sáttmálarættindi. Um danska stjórnin tvíheldur um, at Føroyar ikki hava hesi rættindi, átti Danmark at ført fram mótvegis ES, at ákærurnar vóru ógyldugar. Men tað gjørdu danir sum kunnugt ikki. Tvørturímóti vórðu Føroyar eggjaðar til at ganga ES-harraboðunum á møti.

Ein spurningur um politikk, ikki løgfrøði

Samgongan fer sum nevnt at skipa ein virknari uttanríkispolitikk og at taka burtur millumtjóða forðingar og avmarkingar. Vit halda fast um, at vit skulu sita við borðendan, tá viðkomandi millumtjóða avgerðir verða tiknar og hetta hevur við sær at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í alheims stovnum.

Vit fara at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina og taka tað málið upp við donsku stjórnina. Tað er givið, at avmarkingarnar og forðingarnar, sum lógin leggur fyri okkum, ikki eru í samsvari við bæði altjóða lóg og tann veruleika, sum Føroyar longu virka í. Landsstýrið kann ikki ganga við til órímiligu undanførslurnar hjá donsku stjórnini. Tað er ikki einans óhaldbært, men eisini mótsigandi, tá danska stjórnin sýtir fyri at viðurkenna, at Føroyar eru altjóðarættarligt evni.

Tað er danskur politiskur óvilji og ikki løgfrøði, sum forðar okkum í at røkja okkara áhugamál á altjóða pallinum. Hetta skulu vit broyta.