Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DÁNJAL Á NEYSTABØ spælir saman við Angeliku Nielsen og Heðin Ziska Davidsen!

MIKUKVØLDIÐ 28. MAI Kl. 20.00 verður 15’da F’LJÓÐ stovukonsertin í Stoffalág 18

Seinastu 13 árini hevur Dánjal á Neystabø búleikast uttanlands. Men nú er Dánjal nýliga fluttur heim aftur til Føroya.

- Vit skundaðu okkum at spyrja hann, um hann var fúsur at spæla eina intima F’LJÓÐ stovukonsert. Jú, tað var hann, og hann vil fegin taka bæði Angeliku Nielsen, violin, við sær, umframt Heðin Ziska Davidsen, gittar, so tað er eitt sterkt lið, ið verður at hoyra! sigur Elin Brimheim Heinesen, fyriskipari, og heldur fram:

- Vit í F’LJÓÐ eru serstakliga glað fyri, at dugnaligi Dánjal hevur sagt ja til at spæla í Stoffalág 18 mikukvøldið kl. 20.00. Høvi verður at hoyra nøkur av nýggju løgunum hjá Dánjali og onnur, vit helst longu kenna, umframt upplestur burturúr skaldskapi hjá rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála.

UM DÁNJAL Á NEYSTABØ

Síðani Dánjal var ungur, hevur hann arbeitt við at skriva, skapa og framføra tónleik – bæði tann instrumentala partin og tann skaldsliga partin. Hann hevur drúgvar royndir innan tónleik – bæði sum einstaklingur og sum limur í bólkum, og hevur virkað innan fleiri tónleikastílar - so sum pop/rock, jazz, fólkatónleik og world music.

Dánjal hevur lokið 4½ árs master-útbúgving í tónleiki frá Lærda Háskúlanum í Malmø við klaver sum høvuðsljóðføri. Hann hevur eisini gingið á Groningen Conservatorie of Music eitt tíðarskeið og verið í Vestur Afrika (Gambia) har hann nam sær royndir innan slagverk.

Seinastu 7 árini hevur hann arbeitt við sínum egna tónleiki burtur av. Hann hevur givið tvær fløgur út í egnum navni, "The Palace" og "The Bubble", sum báðar hava fingið fleiri Danish Music Award (DMA) tilnevningar og sera góð ummæli eisini. Sí t.d. her: http://gaffa.dk/anmeldelse/61672** Í 2012 varð Dánjal á Neystabø millum annað tilnevndur í DMA-Folk sum: “Bedste sangskriver”, “Bedste sang”, “Årets album”, “Årets talent 2012” og “Årets live act”

Annars hevur Dánjal fingist nógv við tónleik/sjónleik bæði sum leikari, tónleikari og lagsmiðjur. Í hesum samanhangi hevur hann arbeitt nógv við barnatiltøkum. Síðani 2004 hava Búi Dam og Dánjal á Neystabø gjørt Ævintýraferðina. Teir hava skrivað leikrit og tónleik til 8 leikir, utgivið 7 fløgur, og eina bók, sum varð heiðrað við barnabókmentavirðislønini í 2009.

Í løtuni er Dánjal við at leggja seinastu hond á triðju fløguna. Hon verður givin út á G! festivalinum í ár.

Ein stuttfløga við nøkrum av løgunum frá nýggju fløguni kom út í Februar. Stuttfløgan eitur “Once”, og er longu sera væl móttikin í Føroyum, við 5 ★ í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Mikukvøldið 28. mai, kl. 20.00 verður so høvi at hoyra Dánjal á Neystabø, Angeliku Nielsen og Heðin Ziska Davidsen spæla nýggjan tónleik hjá Dánjal, umframt ymiskt frá eldra tónleikakataloginum í Stoffalág 18.

BÍLEGGING AV PLÁSSUM

Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss. SKRIVA TIL boðklivan hjá Elin Brimheim Heinesen á Facebook, um tú vilt tryggja tær sess - ella við t-posti til elin@heinesen.fo  ella editor@music.fo. FAKTA um F’LJÓÐ stovukonsertir:

STOVUKONSERTNØVN Á F'LJÓÐ

Higartil hava hesi spælt F'LJÓÐ stovukonsertir:

Lív Næs og Tróndur Enni

GuðrunSólja

Jens Marni

roWan (Róin Siggertson)

MonkeyRat

Guðrið Hansdóttir

Hans Marius Ziska og Allan Tausen

Eivør

Greta Svabo Bech

Lena Anderssen og Niclas Johannesen

Maria Guttesen

Benjamin Petersen

Vágaverk (Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttensen)

- og komandi mikukvøld verður tað so:

Dánjal á Neystabø

Vilt tú fylgja við í, hvør er á skránni á FLJÓÐ stovukonsertum, far so inn á http://www.facebook.com/fljod  og trýst á "Mær dámar væl" ("Like") - ella far inn á kalendaran á http://MUSIC.fo/

UM F'LJÓÐ UMHVØRVIÐ

F'LJÓÐ tiltøkini fara fram í heiminum hjá Maud Heinesen, sálu, og Jens Paula Heinesen, sála, í Stoffalág 18 í Havn.

Maud andaðist í 2005, og Jens Pauli andaðist í 2011, men hugnaliga heim teirra stendur enn, sum tá tey bæði búðu í tí, so gott sum óbroytt líka síðani 1975. Stova teirra er ein fjálgur karmur um hesar sameindu konsertir og kvøldsetur.

TIL FRAMA FYRI MUSIC.FO

Ætlanin við stovukonsertunum/kvøldsetunum er í fyrsta lagi at stuðla arbeiðnum at marknaðarføra føroysk tónlistafólk og føroyska tónlist úti í heimi. Inntøkur fara til MUSIC.fo, sum er einasta netmagasinið í heiminum um føroyskan tónleik á enskum máli. Elin Brimheim Heinesen er stigtakari og ritstjóri á MUSIC.fo

ENDURUPPLÍVGA GÓÐAN SKALDSKAP

Harnæst er ætlanin eisini at nýta høvið til at endurupplívga og breiða út kunnleikan til skaldskapin – fyrst og fremst hjá hjúnunum Maud og Jens Paula Heinesen í hvørs heimi, F'LJÓÐ stovukonsertirnar og kvøldseturnar fara fram.

Við hesum tiltaki verður roynt at halda framhaldandi lív í tí anda, sum mentafólkini í farna ættarliðnum stóðu fyri, og æra 'vertirnar in absentia' við at lata skaldskap teirra eiga part í framførslunum, samstundis sum pláss verður fyri øðrum skaldskapi, ið onkusvegna stóð hjarta teirra nær.

EIN SERSTØK UPPLIVING

Ætlanin er at geva fólki møguleika at uppliva og fáa eyga á virðismiklan skaldskap, so hann ikki fer í gloymibókina. Vónin er, at hesin mentanararvur eisini kann vinna sær ein yngri fjepparaskara.

Tiltøkini geva sostatt gestunum eina heilt serliga mentanaruppliving, samstundis sum at fólk fáa høvi til at stuðla einum vælgerandi mentanarligum endamáli.

Tiltøkini eru eisini eitt gott høvi fyri tey, sum skulu framføra, at geva sínum fjepparum eina serliga uppliving og kanska eisini at finna sær nýggjar áhoyrarar, ið veruliga geva tónleiki teirra ans.