Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danska stjórnin rættar mistak viðvíkjandi ríkisveitingini

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur fingið bræv frá danska fíggjarmálaráðharranum, har hann fráboðar, at danska Finansministeriet hevur gjørt eitt mistak viðvíkjandi ríkisveitingini í donsku fíggjarlógini, og at hetta mistak verður rættað.

Samgongan hevur sett sær fyri at steðga árligu hækkingini av ríkisveitingini frá 2016 og framyvir. Við hesum verður ríkisveitingin fastfryst, og við búskaparvøkstri minkar henda lutfalsliga í mun til føroyska búskapin. Hetta varð eisini fráboðað donsku stjórnini stutt eftir, at nýggja samgongan og landsstýrið tóku við í september 2015.

Danska stjórnin mælti til at steðga prístalshækkingini við at danska Finansministeriet gjørdi og sendi Fólkatinginum broytingaruppskot til danska fíggjarlógaruppskotið fyri 2016. Samsvarandi viðgjørdi og samtykti Løgtingið broytingina við broytingaruppskoti til føroyska fíggjarlógaruppskotið. Samanlagt svarar prístalshækkingin til 600.000 kr. fyri alt árið 2016. Tá i fyrsta mánaðarliga upphæddin varð flutt í januar 2016, varð ríkisveitingin flutt Føroyum uttan prístalshækking.

Eftirfylgjandi er danska Finansministeriet vorðið varugt við, at feilur er gjørdur í sambandi við broytingaruppskot teirra til donsku fíggjarlógina.

Danski fíggjarmálaráðharrin hevur biðið um umbering fyri mistakið, og fráboðað, at hetta verður rættað seinni í ár, so tryggjað verður, at ríkisveitingin í 2016 verður óbroytt í mun til 2015, so sum avtalað er millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina.

“Talan er um eitt harmiligt mistak, men tað mest týdningarmikla er, at avtalan millum føroysku stjórnina og donsku stjórnina stendur við, og at stig verða tikin til at rætta mistakið, so ríkisveitingin fyri árið 2016 verður óbroytt og uttan prístalshækking í mun til árið 2015”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Í vár fara Fíggjarmálaráðið og Finansministeriet eisini at samráðast um ríkisveitingina fyri komandi árini, og verður lógaruppskot væntandi lagt fyri Løgtingið og danska Fólkatingið hesum viðvíkjandi í heyst.

Brævið frá danska fíggjarmálaráðharranum kann lesast her: http://cdn.lms.fo/media/7563/bræv-frá-claus-hjortfrederiksen-finansminister-viðv-ríkisveitingini-2016.pdf