Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danski uttanríkismálaráðharrin kemur til Føroya 5. januar 2017

Danski uttanríkismálaráðharrin, Anders Samuelsen, kemur eftir ætlan til Føroya hósdagin 5. januar á fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen. 
 
Á vitjanini í Føroyum hittir danski uttanríkisráðharrin eisini Uttanlandsnevndina, umframt at vitjanir á SEV og á Ferðaráðnum eru á skránni. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, fer av landinum aftur seinnapartin fríggjadagin 6. januar.