Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danskir blásarar spæla konsertir

Kenda danska orkestrið, Copenhagen Brass, vitjar í Føroyum í hesum døgum og hevur tríggjar konsertir – harav tvær kirkjukonsertir – ið fevna um bæði danskan, føroyskan og altjóða tónleik.

Við í Copenhagen Brass eru tilsamans 14 tónleikarar, umframt dirigent, og er talan av eina blanding av fólki, harav summi hava útbúgving frá konservatorii og summi eru dugnaligir amatørar. Dirigentur er kendi tónleikaprofessarin, Mogens Andresen, sum eisini í 1977 var við til at seta orkestrið á stovn.

Á ferðini í Føroyum eru tríggjar konsertir á skránni frá hósdegnum til leygardagin, og allar tríggjar dagarnar er tað klokkan 16. Fyrsta konsertin verður í Vesturkirkjuni hósdagin, Kristi Himmalferðardag, onnur á Býarbókasavninum í Havn fríggjadagin og triðja konsertin í Fuglafjarðar kirkju leygardagin.

Orkestrið er sett saman av 12 messingblásarum og slagverki, og eru ljóðførini fýra trompetir, eitt flygulhorn, tvey waldhorn, tríggjar trombonir, eitt euphonium og ein tuba, umframt tveir slagverksspælarar.

Blandað úrval

Tónleikaúrvalið hjá Copenhagen Brass fevnir víða, heilt frá renessansuni umvegis romantikkin fram til undirhaldstónleik frá okkara døgum, og á konsertunum í Føroyum verður eisini spældur ymiskur tónleikur við tilknýti til Føroya, umframt ein blanding av ymiskum øðrum.

Nevnast kunnu “Dansk-Færøsk Fanfare” eftir Ole Schmidt og “En fantasirejse til Færøerne” eftir Carl Nielsen, umframt ein útseting av fosturlandssanginum “Eg oyggjar veit” eftir Fríðrik Petersen. Eisini verður spæld ein útseting av sættu symfoni eftir Rude Langgaard, sum limir í orkestrinum hava gjørt, og eisini verða spæld verk eftir dirigentin, Mogens Andresen.

Altjóða parturin av konsertunum fevnir um ymisk verk eftir spanskar, franskar og amerikanskar komponistar, og eisini er pláss fyri soloframførslum fyri saxofon, trombon og waldhorn.