Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dansur í Stjórastovuni á G!

Í ár bjóðar G! eitt nýtt spælistað. Fjósið hjá Líggjas bónda er umbygt til eitt hugnaligt rhythm and blues, rock ’n’ roll, cumbia, surf og rockabilly dansistað, sum hevur fingið navnið Stjórastovan.

Um dagin eru filmsýningar, yrkingaupplestur, sjónleikur og aðrar framførslur í Stjórastovuni, men um kvøldi broytist hetta til eitt dansistað, har man sleppur at fegnast um tónleik, sum ikki vanliga er at hoyra á dansistøðum longur.

Tað hevur eydnast at fáa tann púra sjúkt feita portugisiska diskaran Mr. Blackbeard at koma hendan vegin, við sínum rhythm and blues, beat, soul og rock ’n’ roll showi.

Umframt eina røð føroyskum og útlendskum diskarum, sum taka eitt tema sett, so bjóðar Stjórastovan okkum nakað av tí besta innan føroyskar veteran diskarar. Petur Roach traðkar eina løtu út úr leiklutinum sum country serfrøðingur og diskar 50–60’ara rock ’n’ roll. Vit fara aftur í 70’ini við Gissur & Sonna, sum borðreiða við rock ’n’ roll, sum tað varð spælt tá.

Diskaraparið Sugardaddy & Honeypie spæla føroyskar 7-tumma klassikarar og Meinhard Jensen tekur okkum aftur í tíðina áðrenn Elvis við slavutónleiki frá 30-40’unum.

Av øðrum kann nevnast t.d. donsku Fujiyama Mama sum spælir country-jive og Neuph! sum spælir afro-boogaloo & disco-beat, grikska Palov,ið spælir cumbia-hiphop úr Grikkalandi. Føroysku Fnubri Tarzan sum spælir surf og rockabilly og Jollyklub sum borðreiðir við cambodianskum renæssansu tónleiki.