Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Demokratia á Vaglinum

Demokratia skipar fyri valfundi við Speakers Corner í høvuðsstaðnum fríggjadagin – ímorgin – kl. 16:30. 

7 kvinnur, ið ætla sær ein tingsess næsta týsdag, fara at leggja fram síni politisku sjónarmið. Í tveimum umførum á 5 og 2 minuttir.

Marna Jacobsen, nevndarlimur í Demokratia, stjórnar fundinum, og í einum steðgi fer skaldið Jóanes Nielsen at lesa upp eina av sínum yrkingum.

Røðararnir:

(A) Annika Olsen
(B) Gitte Klein
(C) Helena Dam á Neystabø
(D) Arnfríð Vestergaard Hentze
(E) Annita á Fríðriksmørk
(F) Ruth Vang
(H) Margretha Kjærbæk