Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Depil til børn og ung við fjølbreki liðugur

AVHENDING: Depilin til børn og ung við fjølbreki, ið er bygdur í Runavík, er nú liðugur. Depilin fevnir um dag- og umlættingartilboð. Tænastur, sum áður hava verið spjaddar ymsastaðni, verða nú samskipaðar á einum staði, soleiðis at tilboðini frameftir verða eitt samanhangandi heildartilboð til børn og ung við fjølbreki. 

Almenn móttøka var í gjár, týsdagin 16. desember klokkan 15, og er depilin nú formliga tikin í nýtslu. Nógv fólk høvdu leitað sær inn á gólvið at síggja snotiliga bygningin.

Fleiri røður vóru á skránni. Bæði landsstýriskvinnan, Annika Olsen, og borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, fegnaðust um hetta nýggja tilboðið til børn og ung við fjølbreki. Nú fáa tey ein bygning, ið er bygdur til endamálið at veita hesum fólkum so góðar og tryggar umstøður sum tilber. Øll neyðug útgerð er á staðnum, og umframt at vera ein fyrimunur fyri búfólkið, fer tað eisini at lætta um hjá starvsfólkunum á deplinum. 

Fakta
Arbeiðsánari: Almannamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Prosjektering: Arkitektar 99
Undirráðgevar: HMP Consult, PB Consult, KJ Elráð
Eftirlit: EM-ráðgeving
Byggileiðsla: Byggiráð
Høvuðsarbeiðstakari: Sp/f Byggivirkið KBH
Undirarbeiðstakarar hjá KBH:
Múraraarbeiði: Sp/f Ingolf Hansen
Málaraarbeiði: Sp/f Pole Mohr Poulsen
Gólválegging: Gólvmenn/Colorama Runavík
Takálegging: S/pf Takplan 
HVS- og ventilatión: P/f Zacharias Leitisstein
EL-arbeiði: Sp/f Rók-EL