Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Deyð síl reka við streyminum

Úrslitið av løgmansvitjanini í Moskva er sera gott fyri bæði land og fólk. At vit skulu taka lut stríðnum ímóti Russlandi ella øðrum londum við aktiónum ella í kríggi er fullkomulig tokutala ella reint ørvitistos ella møguligir innistongdir ynskidreymar um Føroyar sum stórveldi?

1. Mær vitandi hava vit – sum land – altið verið uttanveltað – men hava til tíðir verið tvingaði til at stuðlað onkrum (Englandi og NATO). Men Føroya fólk hevur ongantíð verið spurt um nakað sum helst.

2. Í givnu støðu vildi alt annað enn uttanveltað støða fyri okkara viðkomandi verið reint hol í høvdið. Vit kunnu møguliga - sum ein dropi í havinum - hjálpa teimum særdu á báðum síðum tá ella um kríggj brestur á.

3. Danir eru sjálvandi - sum hundur eftir seyði – beittir eftir okkum av okkara ”speciel frinds” norðmonnum, sum í mong mong ár einki gott hava vilja okkum – heldur tvørturímóti. Høvuðsorsøkin er allarhelst at finna í orðatakinum. Tá fátækur verður ríkur, tá gerst hann Fananum líkur. Oljuríkidømi er ein stórur partur av forkláringini. Sum er, vilja teir hava alt, og tessvegna fáa føroyingar knívin á strúpan og fótin í afturpartin. Føroyskur uppisjóarvinna og alivinnan skulu bindast niður. Brøðratjóð? Harra Jemini!

4. Hartil koma okkara donsku og føroysku ´vinmenn´ i Norður og Vesturjútlandi. Danskir og´føroyskir´ móðurlandsvinir og fleir milliónigar, sum við teirra solidariteti við norsku sjónarmiðunum og saman við teimum beita donsku stjórnuna, sum enn eisini er føroysk stjórn, til at hótta føroyingar upp á breyðið, um føroyingar ikki makka rætt. Hevur nakar hoyrt so skapt. Hetta átti at fingið álvarsligar fylgir í okkara sambandi landanna millum. At blíva hóttir eigur ikki at verða latið fara aftur við borðinum óátalað. Okkara fólkatingslimir virka sum masochistar. Teir eru glaðir fyri hvørt slagið, teir fáa, og biðja føroyingar um at bukka seg, so rakt verður rætt, tí so fáa teir fult fornøjilsi og fara at biðja um meira. Soleiðis roynast álitismenn! Ússaligt, sera ússaligt.

Í hesu truplu støðu hevur Kaj Leo víst seg sum ein stríðsmann av format. Ein stríðsmann, sum verjir land og fólk móti áganginum.

Tað eru einans deyð síl, ið reka við streyminum. Tey livandi svimja ímóti.

Dagfinnur Danbjørg.