Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Diabetes-føðingardagur í Suðuroy

Tíðindaskriv:

Hósdagin hin 15. februar eru 27 ár síðani Diabetesfelag Føroya varð stovnað. Dagurin verður vanliga hildin við einum upplýsandi fundi onkustaðni í Føroyum. Í ár verður hesin fundur hild¬in í Suðuroy leygardagin hin 16. februar í matarhøllini á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Á ST-topfundi í 2011 samdust tey 193 ST-lima¬londini um eina felags fráboðan ímóti diabetes og øðrum ikki smittandi sjúkum. Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, hevur sagt, at diabetes-sjúkan er ”ein spakuliga vaksandi neyðstøða fyri fólkaheilsuna”. Hetta er ikki at gera ov nógv av. Á hvørjum ári doyggja um 4 milliónir fólk í heiminum av diabetes.

Í Afrika doyggja t.d. nógv fleiri fólk av sjúkuni diabetes enn av sjúkuni AIDS. Í 2011 høvdu 366 milliónir fólk í heiminum diabetes, harav 90 % diabetes-typu 2. Hetta svarar til 8,3% av øllum heimsins íbúgvum, og í fjør doyðu 4,6 milliónir fólk av diabetes. Tað eru eingi hagtøl fyri, hvussu nógv fólk í Føroyum hava diabetes, men roknað verður við at eini 2500 fólk hava sjúkuna.

Hvat er á breddanum?

Altjóða diabetesfelagið IDF ásetir, hvørji evni skulu setast á breddan í eitt ávíst tíðarskeið. Í tíðarskeiðnum 2009 til 2013 eru evnini: upplæring og fyribyrging. Heitt verður á myndug-leikarnar um allan heim at seta í verk munagóð tiltøk, sum kunnu fyribyrgja, at fólk fáa diabetes og tær fylgisjúkur, ið standast av hesum. Heitt verður eisini á heilsumyndugleikar, diabetesfeløg og fólk annars at økja um kunnleikan til vandatekini fyri diabetes og harvið avmarka vandan fyri at fáa sjúkuna. Karsten Hansen, landsstýris¬maður í heilsumálum, setti seinasta summar ein arbeiðsbólk við fylgibólkum at gera eina diabetes¬heildarætlan fyri Føroyar.

Almennur diabetesfundur í Suðuroy

Í sambandi við føðingardagin hjá Diabetesfelag Føroya skipar felagið fyri almennum diabetes fundi í Suðuroy leygardagin tann 16. februar. Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og serlækni í hjartasjúkum og, fer at greiða frá um diabetes og hjartasjúkur.

Eisini fer Jens Andreasen, diabeteslækni at tosa um diabetes, men mest fer hann at fortelja um tað spennandi diabetesgransking, sum í løtuni fer fram á Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna-heilsu. Jens Andresasen er sjálvur ein partur av hesi gransking.

Kristiana Rein, formaður í Diabetesfelag Føroya fer at siga nakað um viðgerðar møguleikar og hjálparmøguleikar í Føroyum í dag, og fer at greiða frá um tað nýggju diabetes risiko testina. Møguleiki verður eisini at royna hesa serligu ”Diabetes-risiko-test”.

Ortopediskur skómakari, Gunnhild Mørkøre, verður við á fundinum saman við øðrum fótarøktarum og fara tær at geva góð ráð um fótbúna. Framsýning verður av diabetes vinarligum fótbúna.

Fundurin verður í matarhøllini á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin kl. 15.

Diabetessjúkan er álvarslig sjúka, og í Føroyum eru fleiri og fleiri, ið fáa sjúkuna, og tí er tað felagsins vón, at fundurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi fær góða undirtøku.