Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dímunardagar í SMS

Tíðindaskriv

Hvalbingar eru á vitjan í SMS. Dokumentarfilmur er gjørdur um Lítlu Dìmun og tiltiknað hellið er bygt upp á torginum í SMS, so modellið er meinlíkt originalinum úti í oynni. Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti hvalbingunum í SMS. Borgarstjórin byrjaði við at bjóða hvalbingum hjartaliga vælkomnnum norð til Havnar! 

- Hetta er av sonnum ein forvitnislig vitjan og eitt hugvekjandi tiltak, sum eg havi glett meg nógv til. Hvalba er serstøk og avbera vøkur bygd. Hvalbingar eru eisini nakað heilt serligt og als ikki sum suðringar annars. Væl kenna vit hvalbiarsøgur av tí meira skemtiliga slagnum. Hetta skemtið er fyri norðanfjørðsfólk ofta ógvisligt, men skemtið er ikki illa meint kortini, segði Heðin Mortensen.

- Eisini hvalbiarsagnir eru væl kendar eisini millum skúlabørn, bæði um turkar, sum rændu og loyptu ræðslu á fólk, um húskallin Snæbjørn, sum dirvisliga fjaldi seg í fjøllunum fyri yvirvøldini, og ikki minst um teir báðar Giljabóndan, ið var størsti ognarmaður, og skálkin Snopprikk, sum m.a. er upprunin til orðafellið ”Alt ger mun”.

- Men hvalbingar skriva og liva eisini eina aðra søgu, sum er livandi siðsøgan um gagnnýtslu av tí stóra og góða tilfeingi, ið hetta náttúruvakra staðið ber. Í bóndasamfelagnum var Hvalba hin ríkasta bygdin í landinum við øllum sínum veldiga bøi, haga, bjørgum og útróðri bæði eystanfyri og vestanfyri – og ikki minst ta bestu hvalvágina í landinum, sum bygdin eisini hevur navn eftir. 

- Hetta náttúrutilfeingið eyðkennir eisini allar hvalbingar. Tað liggur djúpt í teimum. Teir eru innløgumenn um ein háls, og hvør árstíðin hevur sína innløgu við sær. Omma mín var av Hólalagnum í Hvalba. Hon æt Marianna Holm, og eg eri ikki í iva um, at mín egni hugur til seyð, gæs og grind er ættarbregði úr Hvalba. 

- Hvalbingar eiga tó ein serligan gimstein, sum er høvuðsevnið á tiltakinum her um vikuskiftið, nevniliga Lítlu Dímun. Tað sigst, at níðingsgerð hjá Snopprikki var orsøk til, at oyggin fór undir kong. Tá møguleikin seinni kom at keypa oynna, løgdu hvalbingar nógv fyri, tí teir vistu, hvat virði Lítla Dímun hevði við seyði, ull og fugli.

- Lítla Dímun er óbygd, og fyri okkum, sum sigla framvið, sær hon brøtt og illgongd út. At røkja oynna er ikki so lætt, tað krevur hegni og varsemi, og veðrið skal eisini spæla við. Meira enn ta einu ferðina hava menn ligið veðurfastir. Nú eru betri hentleikar við sonevndum Dímunarhúsi, men til fyri kortum var tað bert hellið, ið menn kundu uppihalda sær í, vardir fyri veðrinum. Hetta hellið, so primitivt sum tað nú einaferð er, er kortini víðagitið.

- Og nú hava hvalbingar gjørt ikki mætari enn at flyta hetta hellið til Havnar, so at vit onnur kunnu síggja, hvørjar umstøður teir hava havt, tá teir hava verið í oynni og fleygað fugl, rænt egg ella eftir verið eftir seyði. Gott nokk er hetta ein eftirgerð, men hellið sigur søguna um Lítla Dímun, sum fá okkara yvirhøvur kenna.

- Í fjør vóru fimti ár liðin, síðan ikki færri enn 37 mans lógu veðurfastir í hellinum. Vanligt var, at hellið varð brúkt av kanska upp til fýra monnum, sum vóru á fleyg eftir lunda. Men hesa ferðina vóru teir 37 - og tá vit í dag síggja hellið í fullari stødd, kunnu vit illa ímynda okkum, hvussu standurin hevur verið, tá teir lógu inni uppá skift - og teir, ið vóru best fyri, onkra løtuna vóru uttanfyri í himmalsins ódn.

- Áhugavert er eisini at síggja lutirnar, eitt nú ketilin, skamlarnar, vatndunkin, leypin og annað, sum menn tá lívbjargaðu sær við. Hetta var, sum onkur hvalbingur tók til, sanniliga ikki nakað luksus! Tey síðstu árini hava hvalbingar gjørt nógv burturúr at skjalfesta siðbundnu veiðihættirnar og eisini so at siga lata Lítla Dímun upp fyri fremmandafólkið – okkum norðanfjørðs. Nú ber til at vitja oynna undir skipaðum viðuskiftum, og gravgangur er at sleppa við.

- Farnu mánaðirnar hava vit eisini sæð tveir fantastiska flottar filmar úr og um Lítla Dímun. Stjørnukokkurin Gutti Winther vitjaði oynna og matgjørdi við rávørum úr Lítla Dímun. Ein dygdarfilmur, sum helst verður at síggja á fleiri altjóða sjónvarpsrásum. 

- Eisini teir, sum eiga Lítla Dímun, hava latið gera ein dokumentarfilm, sum Uni Arge so meistarliga hevur staðið fyri. Her verður greitt frá søguni, um menninar, um røktina – ja, um gimsteinin, ið hvalbingar eru so góðir við, har hann liggur út fyri hvalbiarfjørð. Eisini so sera áhugavert at síggja teir gomlu siga frá søgum fleiri ættarlið aftur. 

- Báðir hesir filmar eru dýrgripir og eru við til at styrkja ímyndina av Lítla Dímun sum nakað serligt og sum nakað eksotiskt, men samstundis so sera jarðbundið, tí í grundini er søgan tær aldargomlu røktingarsiðvenjur, sum hvalbingar so hegnisliga hava hildið í hevd úti í oynni. 

- Hvalbingar eiga stórt rós fyri hetta. Hellið stendur nú her í SMS – ja, kontrasturin kann ikki vera størri, men eg eri ikki í iva um, at havnarfólk og vitjandi annars, børn so væl sum eldri, sum leggja leiðina framvið, gerast forvitin og verða ríkaði um tað verk, sum hvalbingar ætt eftir ætt so heiðurliga útinna á Lítla Dímun.

- Góðu hvalbingar, hjartaliga vælkomnir til Havnar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.