Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Diplomatshow upp á landsins besta

Heldur enn at lata fullveldispolitikarar fara í lumman hjá føroyska skattaborgaranum eftir pengum til eitt alment "diplomatprojekt" í Nuuk, eigur vinnulívið at sleppa at arbeiða frítt og taka seg inn í Grønland á sunnum privatum grundarlagi.

 

Í hesi vikuni fara Tjóðveldi og Framsókn at skjóta upp fyri Løgtinginum í einum uppskoti til samtyktar at fara í lummarnar hjá skattaborgarunum eftir pengum, so ein nýggj, dýr, almenn "sendistova" kann stovnsetast í Nuuk.

 

Filosofiin er, at ein almenn "sendistova" - uttan nakra diplomatiskan megi - fer at tryggja, at føroyskar vinnufyritøkur fáa lættari atgongd til grønlendska marknaðin.

 

Áhugaverdur marknaður

Grønland er ein marknaður, ið gerst støðugt meira áhugaverdur, og fleiri halda, at Grønland stendur á gáttini til eitt nýtt ævintýr innan ráðevnisvinnuna.

 

Tí kann man bert geva andstøðuflokkunum rætt í, at føroyskar vinnufyritøkur eiga at verða nógv aktivari í Grønlandi.

 

Í løtuni bendir okkurt á, at føroyingar liggja sjóvarfallið av sær, men Vinnuhúsið hevur tíbetur boðað frá, at frameftir kemur broyting í til tað betra.

 

Kostar vælferð

Hvørki Tjóðveldi ella Framsókn vilja siga, hvat ið ein almenn "sendistova" í Nuuk fer at kosta. Teir vilja heldur ikki vísa á, hvaðani pengarnir skulu koma.

 

Hetta er enn eitt ófinansierað uppskot, og tað merkir, at pengarnir skulu koma beinleiðis úr lummunum hjá føroyskum skattaborgarum.

 

Hetta "diplomatprojektið" verður dýrt.

 

Vit kunnu hyggja at "sendistovuni" í Reykjavík. Hon hevur higartil kostað føroyskum skattgjaldarum útvið 20 mió. kr.

 

Pengarnir kosta vælferð við kassa nr. 1.

 

Tær 20 milliónirnar til "diplomatiið" í Íslandi kundu t.d. fíggjað 40 føroysk røktarheimspláss í eitt heilt ár. Ella man í eitt heilt ár kundi hækkað fólkapensjónina munandi.

 

Lat vinnulívið arbeiða frítt

Heldur enn at fara eftir knøppum vælferðarpengum til eitt dýrt "diplomatshow" í Nuuk, eigur tað almenna at lata føroyskar vinnufyritøkur fáa frið til sjálvar at koma inn á grønlendska marknaðin.

 

Flestu munnu vera samd um, at beinleiðis sínamillum samband millum fyritøkur er tað, sum gevur úrslit.

 

Onkur av teimum bretsku fyritøkunum, sum fyri langari tíð síðani eru farnar inn í Grønland at arbeiða, hevur sett grønlendingar í starv fyri á tann hátt at fáa lættari atgongd til marknaðin.

 

Samstarv við lokalar kreftir við góðari lokalari vitan letur dyr upp.

 

Sjálvandi skulu vit brúka góðu viðurskiftini, sum longu eru millum føroyingar og grønlendingar innan Ríkisfelagsskapin.

 

At satsa uppá ein "diplomat", sum skal brúka fleiri ár til at finna sínar føtur og at knýta nýggj sambond í Nuuk, ljóðar ikki til at vera besti framferðarhátturin.

 

Onki er heldur at ivast í, at góð ráðgeving fæst frá danska Eksportráðnum, ið Vinnuhúsið frammanundan hevur gott samstarv við á øðrum marknaðum.

 

Álvaratos tit, hví skal heita vatnið uppfinnast av nýggjum?

 

Sendistovusótt og bringuprýði

Spurningurin er, hvat í grundini býr undir uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn.

 

Munnu tað ikki vera fullveldishógvar, ið stinga undan?

 

Í áravís hava fullveldiskreftir bygt upp almennar sonevndar "tjóðarbyggingarstovnar", sum skulu stuðla undir teirra politiska mál um loysing.

 

Sendistovusóttin breiðir seg.

 

At senda upp politiskar ballónir og víða hvar at stovnseta almennar "sendistovur" er við í "tjóðarbyggingini".

 

Tað hevur stóran signalpolitiskan týdning at sleppa at vinda fløgg á stong, halda fullveldisrøður og eta pinnamat á "sendistovum", ið onga diplomatiska megi hava.

 

Hetta er tað, man nevnir politiskt bringuprýði, og tað kostar almenna vælferð.

 

Bestu ráðini til føroyskar fyritøkur, ið vilja inn á grønlendska marknaðin eru at hyggið at, hvussu aðrar útlendskar fyritøkur gera, við góðum úrslitum.

 

Brúkið sunna fornuft og trúgvið uppá tykkum sjálvi.

 

Og ikki minst: havið virðing fyri Grønlandi og grønlendingum.

 

Egin máttur og megi røkka longri enn fullveldissendistovur fyri almennar pengar.

 

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin