Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Djórapark í Tórshavnar kommunu

Er tað nakað sum eg sakni í okkara kommunu, er at vit vísa ans fyri okkara djórum og her hugsi eg um at vit gera eina skipaða djórapark, har fólk kunnu koma og nýta tíðina saman við øllum møguligum djórum. Tað eru sjálvandi nógvir møguleikar og mátar at gera eina tílika djórapark uppá. Men, vit hava harðliga brúk fyri einari djórpark í okkara kommunu.

Vit kenna øll tað privatu “djóraparkina” hjá Petur Nolsø í Havn, sum verður sera væl vitja av børnum, barnagørðum og familjum. Hetta er sera kærkomið hjá okkum øllum og tað eru vit Petur Nolsø, sera takksom fyri.

Tórshavnar kommuna hevur eftir minum tykki skildu til, at seta eitt øki av til eina djórapark, sum vit kenna alla aðrastaðni í verðini, har vit øll og serliga djóravinur kunnu nýta gott av.

Fyri tíðina arbeiðir Tórshavnar kommuna við at skipað øki við Hoydalsá til frílendi til borgaran. Umsitingin arbeiðir við einari skipanarætlan fyri lendini fram við Hoydalsá, soleiðis at tey vera borgarunum í býnum til bestu náttúru- og frítíðarupplivingar, við íðkanarmøguleikum, rørslufremjandi tilboðum osv.

Her kunnu kundi eg væl hugsa mær, at vit eisini fingu eina djórapark til gavn fyri okkum øll. Men, vit skulu ikki gloyma at vit hava fleiri onnur økir, sum eru væl egnaði til eina skipaða tílíka djórapark. Øki við Hoydalsá er 300.000 m2, so her ber væl til at fáa skipað hetta øki sum eisini at innihalda eina djórapark, sum verður til gleði fyri okkum øll.

Sjálvandi er tørvur á at gera ítøkiligar kanningar og at nágreinliga hvat innihaldið skal verða fyri eina tílíka frítíðarpark við Hoydalsá, sum eg haldi eisini skal innihalda eina djórapark. Hetta er so eitt uppskot, sum eg ætli mær at arbeiða víðari við. Men, sjálvandi eru onnur økir eisini sera áhugaverd.

Vh

Levi Mørk

Býráðslimur