Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dómsnevndin fyri Ársins Leiðarar viðgerð innkomin uppskot

Dómsnevndin, sum velur Ársins Leiðarar 2018, hevur í dag sín fyrsta fund at viðgera innkomin uppskot. Nógv góð evni eru at velja í, bæði innan tað privata og tað almenna. 

Tíðindaskriv

Í dómsnevndini sita Jóhanna á Bergi, stjóri, Atlantic Airways, Eyðun Mørkøre, stjóri, TAKS og Súsanna Olsen, námslektari, Fróðskaparsetur Føroya. 
 
Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 26. januar. Synergi er fyriskipari á degnum, www.synergi.fo og er hetta 14 árið á rað at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum. Stórur áhugi er fyri degnum, sum í ár hevur eitt viðkomandi tema um Shitstormar, Umdømi og Deepwork. 
 
Ársins leiðarar 2017 vóru Johannes Jensen, stjóri, Gist & Vist innan tað privata og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, innan tað almenna.