Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dómstólsráðið søkir eftir serkønum til smá rættarmál í Føroya Rætti

Tann 1. januar 2021 verður ein nýggj rættargangslóg sett í gildi fyri Føroyar. Við hesi nýggju føroysku rættargangslóg verða ásettar nýggjar reglur um viðgerð av sakarmálum um minni krøv í borgarligum rættarmálum, sokallaða “småsagsprocessen”, samb. kapittul 49 í lógaruppskotinum.

Vinnuhúsið:

Småsagsprocessen” er ein háttur at gera mannagongdirnar fyri dómsviðgerðina einklari.

Dómstólsráðið fær í hesum sambandi heimild at tilnevna persónar ella feløg til at koma við serfrøðinga metingum ella útsøgnum til rættarsakirnar í “småsagsprocesser” í Føroya Rætti. 

Á heimasíðuni hjá Danmarks Domstol sæst, at Dómstólsráðið beint nú søkir eftir serkønum fólki at koma við íkasti til dygdina av úrskurðunum í slíkum málum, har yrkiskunnleiki er umráðandi fyri rættargongdina. 

Tann serkøni er serkønur við stórari teoretiskari vitan innan tað yrkisøki, sum rættarmálið snýr seg um. Sum serkønur kanst tú m.a. verða biðin um at koma við einari serkønari váttan, sum síðan verður partur av skjalprógvum í viðkomandi sak. 

Tilnevningin er galdandi í fýra ár og er sjálvboðin, skilt á tann hátt, at tú altíð kanst biðja Dómstólsráðið um at vera frítikin frá tilnevningini aftur. 

Tilnevningin verður galdandi frá 1. januar 2021, tá tann nýggja føroyska rættargangslógin kemur í gildi og 4 ár fram. 

Ert tú áhugað/ur, kanst tú lesa meira um tilnevning av serkønum í smáum rættarmálum á hesi leinkju: https://domstol.dk/alle-emner/anlaeg-civil-sag/smaasager/beskikket-sagkyndig-i-smaasagsproces- sen/ 

Tú kanst søkja um at verða serkønur á uppslagnum, sum eitur: ”Sagkyndige til småsagsprocessen ved Retten på Færøerne” undir “ledige stillinger” á domstol.dk: https://domstol.dk/om-os/job/ledige-jobs/.