Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dómurin ikki sannleikin

Perla: Hetta sigur professari í revsirætti, Eva Smith. Oyggjatíðindi 1. oktober 2004.

Vit hava spurt Evu Smith, professara í revsirætti um prógvið frá barnalæknanum, sum ákæruvaldið ongantíð brúkti, og heldur ikki kravdi DNA-kannað.

Hon svarar:

»Kære Dan Klein. Det har jeg ingen mulighed for at svare på, da jeg ikke kender den konkrete sag. Du må spørge anklagemyndig-heden, der førte sagen.

Helt generelt kan jeg sige, at i disse sager er det ofte nærmest umuligt at finde sandheden. Blev børnene presset til den oprindelige forklaring? Eller blev de presset til at trække den oprindelige (sande) forklaring tilbage?

Det er ikke ualmindeligt, at børn trækker en forklaring tilbage, når de ser hvilken opstandelse og sorg den er anledning til.«

Sostatt staðfestir professarin í revsirætti, at børnini kunnu vera pressaði til at taka aftur upprunaligu og røttu frágreiðing-ina, sum ger, at hesin dómurin, sum nú er feldur, ikki kann brúkast til so nógv hjá fólki við rættarkenslu.

Hvørki útvarpið, SvF, Dimmalætting, Sosialurin ella Rás 2, hava víst áhuga í hesum skjalinum, sum vit hava sent til teirra.

Gott fyri Lindu og fútan.

Men tað sigur ikki so lítið um støðuna, at hesin dómurin ikki er nevndur í nøkrum donskum blað, hvørki týsdagin ella mikudagin.

Vit á Oyggjatíðindum hava nevniliga eisini sent skjalið tann vegin, og vit fara longur enn við hesum skjali. Les eisini á síðu 7.