Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dopingroyndirnar vóru nekativar

Í apríl mánaða í ár,  vórðu 24 dopingroyndir  tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.  Úrsliti av royndunum eru nú komin og vóru allar royndirnar negativar. Tað vil siga, at ongin varð tikin fyri at hava nýtt ólóglig stimbrandi evnir.

ÍSF fer í næstum, í samstarvi við Antidoping Danmark,  at útbugva  føroysk dopingeftirlitsfólk.   Áður hava donsk dopingeftirlitsfólk staðið fyri kanningunum, men í  framtíðini verða føroysk dopingeftirlitsfólk, sum koma at standa fyri hesum.  Hetta fer at gera arbeiðið alsamt meira støðugt og er hetta at fegnast um.

ÍSF hevur annars verið á fundi við  Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum  og Sirið Stenberg , landstýriskvinnu í heilsumálum  um dopingarbeiðið  nú og í framtíðini. Partarnir eru samdir um,  at tað er alneyðugt við upplýsandi arbeiði innan doping,  og at meira tíð og orka skal setast av til hetta,  herundir at fáa dopingarbeiði í tryggar fíggjarligar karmar. 

Partarnir hava avgjørt at hittast aftur seinni í ár.