Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

DR. INGRIDAR BARNAGARÐUR: SPÆLIPLÁSSIÐ DAGFØRAST

Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður hevur víst kommununi á, at spæliplássið hevur átrokandi tørv á ábótum og dagføringum, men stovnurin hevur ikki fígging til hetta. Víst verður á, at spæliplássið verður ikki bert nýtt til virksemið í barnagarðinum, men er opið fyri almenninginum og verður nógv nýtt av børnum og familjum í miðbýarøkinum.

Meinigheitsbarnagarðurin er sjálvsognarstovnur. Bæði bygningur og spæliøkið er tí ogn sjálvsognarstovnsins. Virksemið er hinvegin kommunalt skilt á tann hátt, at kommunan tillutar stovninum børn í ansing og fíggjar kommunala partin av kostnaðinum. Stovnurin krevur sjálvur inn foreldragjaldið.

Spæliplássið hjá stovninum er at rokna sum lutvíst alment í mun til, at tað er frítt hjá børnum og familjum at brúka. Tað eru harumframt ikki nógv líknandi spælipláss í miðbýnum. Kommunan kann tí sigast at hava ein áhuga í, at spæliplássið er í góðum standi og trygt, og tí vera við til at fíggja hetta. Trivnaðarnevndin mælti tí teknisku nevnd at játta dagføring av eini konto til spælipláss í miðbýnum.

Talan er um prinsippielt mál, tí Trivnaðarnevndin leggur upp til at játta part av kommunala íløgukarminum til at gera íløgur í eina privata ogn. Men ein meiriluti í fíggjarnevndini tekur undir við meirilutanum í teknisku nevnd at leggja málið fyri býráðið í annaðkvøld.