Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Draga vitan og vælútbúgvið fólk til landið

Góða reiðarí! Góða manning! Góðu gestir!

Fyrst av øllum skal eg ynskja hjartaliga tillukku við skipinum og hjartaliga vælkomin til Havnar við Tórsborg, sum er eitt navn, okkum dámar øgiliga væl!

Ein slíkan dag kunnu vit sanna orðatakið um, at tað blíðkar fyri hugaðum monnum, tí her er talan um undangongufyritøku við lít.

Tað áræði, sum hetta hátíðarhald ikki kann annað enn avspegla, vísir tykkara dirvi og tykkara hegni at taka við avbjóðingum í øðrum vinnum enn bara fiskivinnuni.

* * *

Síðani fyrsta útbjóðingarumfarið at leita eftir kolvetni var fyri sløkum 10 árum síðani, hevur Føroya land ásannað, at oljuleiting og frálandavinna ikki eru fremmandaorð.

Og hóast vit enn ikki hava fingið ein føroyskan oljudropa upp úr undirgrundini, síggja vit ljóst upp á tað og bera vónina um, at eisini henda vinna fer at eydnast.

At føroysk vinnulívsfólk ikki setast hendur í favn at bíða, eru tit í Supply Service eitt hitt besta prógvið fyri, tí tykkara partur hevur ikki ligið eftir seinnu árini.

Við fjórða skipinum til frálandavinnuna vísa tit, hvussu nógv tað hevur at siga, at vit førleikamenna okkum og royna at finna tey arbeiðspláss og ta inntøku, ið henda vinna kann geva, hóast føroyska oljan enn ikki er komin upp.

* * *

At milliardir av krónum verða brúktar til oljuleiting í føroysku undirgrundini, vísir jú, at tað eru onnur enn tit, ið síggja møguleikar og hava vón um, at okkurt fer at koma.

Soleiðis sum altjóða samfelagið er skrúvað saman í dag, við globaliseringini, ið ger heimin so lítlan, hevur alstóran týdning, at vit ikki verða afturútsigld í kappingini.

Tí er tað hugaligt og fløvandi at síggja, at tit tora at gera íløgur í hesi skip, so skapt verða arbeiðspláss og nýggjur kapitalur verður útvegaður til føroyska samfelagið.

Ikki minst fegnast vit í høvuðsstaðnum um, at tit her hava fingið tykkum nýtt sæti, og vilja vit sum kommuna skap teir karmar, tit við tykkara virksemi kunnu fylla út.

* * *

Tað kann vera so skjótt, at frálandavinnan verður livibreyð hjá enn fleiri føroyingum, enn hon longu er tað, nú tit ganga undan við føroyskum manningum og yvirmonnum.

Eisini eru tit við til at draga vitan og vælútbúgvið fólk til landið, so samfelagið í allar mátar fær gagn av tykkara virkisfýsni og eldhuga, sum veruliga mennir okkara land.

Takk skulu tit hava fyri, at tit í verki vísa, at tykkara partur ikki skal liggja eftir, tá tað ræður um at leggja lunar undir slíka menning og at føra dreymarnar út í lívið!

Vegna Tórshavnar kommunu og býráðið vil eg ynskja tykkum blíðan byr og alt tað besta við hesum stásiliga fari, og vit biðja Guðs signing yvir bæði skip og manning.

Takk fyri!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri