Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dupulthøll á Hálsi og høll á Argjahamri

Stendur tað til Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, so verður skjøtul nú settur á at byggja høllina á Hálsi í Havn út til eina dupulthøll, eins og at útvega uml. 130 parkeringspláss í sambandi við stadionøkið. Harafturat verður arbeitt við at útbyggja fimleikahøllina á skúlanum á Argjahamri, so at hon fær skap og stødd sum ítróttarhøll. Tað samtykti Mentamálanevndin á fundi í gjár. 

Hesar útbyggingar lata upp fyri einum hópi av møguleikum hjá fleiri ymiskum ítróttargreinum. Ítrótturin í kommununi er í stórum vøkstri, eins og krøv til venjing og dystir økjast.  Vit hava seinasta árið hoyrt um, hvussu truplar umstøðurnar eru hjá innandura ítróttargreinunum í Havn, og at tað er stórt trot á venjingartímum og venjingarmøguleikum hjá hondbólti, flogbólti, kurvabólti, borðtennis, judo, frælsum ítrótti og helst øðrum ítróttargreinum við. ÍSF hevur gjørt vart við seg, Hondbóltssambandið somuleiðis og eisini aðrar ítróttagreinar. 

Tað hevur í mong ár verið ein trupulleiki, at tað ikki ber til at hava nógvar áskoðarar til serstøk tiltøk og dystir í Havn.  Men eisini tað fer eftir umbyggingina at bera til. Vit vænta, at upp móti 1800 áskoðarar fáa verið til stórdystir, tá verkætlanin er liðug. 

Við avgerðini, sum Mentamálanevndin í Tórshavnar Býráði hevur tikið í gjár, at byggja høllina í Hálsi út, og at byggja høllina á Argjahamri út, so verða rættiliga nógvar av teimum avbjóðingum loystar, sum ítróttarfeløgini í høvuðsstaðarøkinum við røttum hava víst á í nógv ár. 

Væntandi kann loysnin á Argjum verða liðug í 2016, og umbyggingin á Hálsi í 2017. 

Loysn innan verandi fíggjarkarmar

Vit hava í Tórshavnar Kommunu leingi arbeitt við at kanna eina røð av møguleikum at útvega hallir og vøllir í Havn. Men tað hava verið nógvar forðingar. Eg haldi at eg kann siga, at vit í Mentamálanevndini eru sannførd um, at við hesari loysn, sum nú er vald í fullari semju, so megna vit  at ganga rættiliga nógvum ynskjum á møti, tó at vit ikki eru komin á mál.

Og vit gera tað innanfyri tann fíggjarkarm, sum Býráðið hesi seinnu árini hevur sett av til endamálið. Tað er ikki so, at øll fíggingin skal fáast til vega í 2016. Pengarnir eru játtaðir seinastu 4 - 5 árini og eisini í 2016. 

Eg haldi, at arbeiðið í Mentamálanevndini og saman við fyrisitingini í kommununi, at finna loysnir, hevur gingið væl. Og eg fegnist um, at Mentamálanevndin er samd.  

Nú er at vóna, at eisini Fíggjarnevnd Býráðsins og Býráðið fara at taka undir við Mentamálanevndini. 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs