Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dýrir dagar hjá Atlantic Airways í juli

“Vit ynkja okkum neyvari vitan og forsagnir um veður og vind á flogvøllinum í Vágum, tí tað hevði hjálpt upp á reglusemið. Eisini mæla vit til, at úrtíðargjøld fyri upplating av flogvøllinum verða sett úr gildi, tá veðrið er orsøk til seinkingar,” sigur Magni Arge.

Áhaldandi útsynningur í fýra vikur í juli elvdi til ringasta mjørka á flogvøllinum í Vágum, sum fólk vita um. Framkomna tøknin á Airbus-flogførunum og longdi flogvøllurin hjálptu upp á støðuna, men 18 ferðir máttu flogfør venda við, 36 ferðir vórðu flogfør avlýst, og um 70 flogfør aftrat vórðu seinkað meira enn tveir tímar. Hetta kostaði Atlantic Airways millum 7,5 og 8,5 mió. kr.

Longu frá fyrsta skúlafrídegnum, 28. juni, legði mjørkaveðrið trýst á reglusemið í flúgvingini, og burtursæð frá einstøkum andarholum helt mjørkin fram at órógva flogferðsluna heilt til 24 juli.** Avbjóðingin gjørdist uppaftur størri av, at Atlantic Airways ongantíð áður hevur flutt so nógv fólk um flogvøllin í Vágum ein einstakan mánað sum júst í juli í ár, tilsamans 32.000 ferðafólk.

Felagið hevur gjørt upp, at fleiri enn 5.000 ferðafólk lógu veðurføst við teimum 54 flogførunum, sum vendu við ella vórðu avlýst, og onnur 7.000 fólk vórðu seinkað meira enn tveir tímar.

Kostnaðurin fyri avlýsingarnar og seinkingarnar var millum 7,5 og 8,5 mió. kr. Felagið rindaði bæði fyri túsundtals gistingar, mat, brennievni, avgreiðslur á flogvøllum og eyka arbeiðstímar.** “Vit harmast um seinkingarnar, men fegnast um, at til bar at halda ferðsluni gangandi og rudda upp so hvørt, sum skáar vóru. Ferðafólkini vóru sum heild tolin, og okkara starvsfólk stríddust manniliga hesar vikurnar,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways eru útgjørd við framkomnastu navigatiónsútgerðini, sum finst í flogførum, teirri sonevndu RNP AR-tøknini. Hon gjørdi stóran mun, men stóð ikki altíð mjørkanum kurl.** Felagið fegnast um, at nýggja tøknin og longdi flogvøllurin hava skapt betri og tryggari karmar kring flogvøllin í Vágum, men ásannast má, at sjálvt hesi átøk vinna ikki altíð á veðrinum.

“Okkara eftirmeting vísir, at vóru Airbus-flogførini ikki útgjørd við RNP AR-tøknini, høvdu 18-20 flogfør aftrat verið vend við, og so hevði neyvan borið til at ruddað so væl upp, sum vit gjørdu,” sigur Sámal Danielsen, flogovasti.

Ein stór avbjóðing, tá veðrið ikki er til vildar á hásumri, er, at trupult er at fáa nøktandi tænastu á flogvøllum aðrastaðni, og at hotellkømur ofta ikki eru tøk til veðurføstu ferðafólkini.

“Vit ynkja okkum neyvari vitan og forsagnir um veður og vind á flogvøllinum í Vágum, tí tað hevði hjálpt upp á reglusemið. Eisini mæla vit til, at úrtíðargjøld fyri upplating av flogvøllinum verða sett úr gildi, tá veðrið er orsøk til seinkingar,” sigur Magni Arge.

Atlantic Airways hevur í dag kunnað partabrævamarknaðin um eykakostnaðirnar av avlýsingunum og seinkingunum í juli og fer at leggja fram hálvársroknskap 21. august