Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EARTH HOUR Á VAGLINUM LEYGARKVØLDIÐ

Tórshavnar kommuna skipaði fyri altjóða átakinum Earth Hour leygarkvøldið. Menniskju kring allan knøttin at sløktu ljósið í ein tíma fyri at sýna umhvørvinum ans.

Tiltakið var á Vaglinum. Kommunan bjóðaði flótt kakao, og Sigrun Mohr, býráðslimur, flutti  fram røðu í myrkrinum. 

Veðrið var av tí besta. Útnyrðingur í ættini, einki avfall og gott sýni. Hitin var um fýra stig.

Umframt at ljósið varð sløkt, fóru starvsfólk og ungdómar á Margarinfabrikkini at skipa fyri tiltaki á Speakers’ Corner. Á skránni var millum annað tónleikur og dansur. Skráin sæst her:
http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1959

Gøtuljósini í miðbýnum vórðu sløkt frá kl. 20:30-21:30. Neyvt yvirlit yvir økið, har ljósið verður sløkt, sæst her: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1953

Samstundis, sum Tórshavnar kommuna var við í átakinum Earth Hour, mælti kommunan øllum borgarum og øðrum at gera tað sama; at sløkkja ljósið í ein tíma. Tað var myrkt hesa løtuna í miðbýnum, tí heitti kommunan eisini á øll um at taka lummalyktir við til tiltakið.

Átakið byrjaði í Sidney í Avstralia í 2007, tá ið 2,2 mió. fólk sløktu ljósið fyri at vísa umhvørvinum ans. Síðani eru lond kring allan heim løgd aftrat skránni á hvørjum ári.

Tórshavnar kommuna hevur tikið lut í Earth Hour síðani 2009. Undirtøkan fyri átakinum hevur verið sera góð hesi árini.

Tórshavnar kommuna heitti á øll fólk um at verða ansin í ferðsluni myrku løtuna!