Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Edmund Joensen og Magni Laksáfoss stilla upp til Løgtingið

Av tí, at gitingar og leysasøgur millum fólk, veljarar og fjølmiðlar eru farnar at vinda upp á seg, vil Sambandsflokkurin við hesum váttað, at Edmund Joensen og Magni Laksáfoss hava játtað umbønum frá veljarafeløgum í Sambandsflokkinum um at lata seg stilla upp til løgtingsvalið tann 1. september 2015.

Báðir eru virknir sambandsmenn. Edmund Joensen hevur umboðað Sambandsflokkin sum løgmaður, tingformaður og fólkatingsmaður. Magni Laksáfoss hevur sitið á tingið og verið landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin hevur eitt sterkt lið av valevnum til løgtingsvalið, og øll valevnini verða til staðar á Østrøm í Havn í morgin, mánadagin 17. august kl. 10, har ið flokkurin leggur fram valskrá Sambandsfloksins til løgtingsvalið.

Blíðar heilsanir

Sambandsflokkurin