Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Edva Jacobsen spyr um veiðiloyvið hjá Norðhavinum

Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum mikudagin 12. februar, at seta Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein munnligan fyrispurning um veiðiloyvið hjá Norðhavinum

Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:
1.    Hvør er grundgeving hjá Fiskimálaráðnum at taka málið um veiðiloyvið hjá 
       Norðhavinum aftur úr Rættinum?
2.    Hvussu ber tað tá til, at loyvi hjá Norðhavinum verður tikið aftur í mars 2016, sjálvt
       um eigarar og nevnd í Norðhavinum skriva undir eina tro & love váttan, sum 
       sigur, at øll viðurskifti viðvíkjandi útlendskum kapitali eru sambært galdandi lóggávu?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, at Fiskimálaráðið er dømt at gjalda endurgjald fyri at taka veiðuloyvið frá P/F North West Pelagic, sum átti ídnaðarskipið Norðhavið í 2016. Endurgjaldið verður tí fyri 4 ár.

Í desember 2015 undirskriva eigarar og nevnd í Norðhavinum eina tro & love erklæring, sum sigur, at øll viðurskifti viðvíkjandi útlendskum kapitali eru sambært galdandi lóggávu.

Í august 2019, stutt fyri løgtingsvalið, avgjørdi Fiskimálaráðið at kæra málið um veiðiloyvið hjá Norðhavinum til Landsrættin. Í næstseinastu viku avgjørdi Fiskimálaráðið at taka málið um veiðiloyvið hjá Norðhavinum aftur úr Rættinum. 

At enda sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at tað hevur gingið væl hjá uppsjóvarvinnuni og roknast má tí við, at endurgjaldið verður stórt fyri landskassan.

Sostatt hevur tað týdning at vita, um Fiskimálaráðið hevur umsitið málið best møguligt og at tryggja, at teir feilir, sum kanska eru gjørdir, ikki endurtaka seg. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin