Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftir føroyskum mátistokki áttu danir at havt 300 sjúkrahús og íslendingar 20

Men danir lata sær lynda við uml. 70, sjálvt um teir eru 100 ferðir fleiri enn vit, og islendingar við 6 sjálvt um teir eru góðar 6 ferðir fleiri enn føroyingar. So her er okkurt, ið ikki er eftir bókini ella sum møguliga ikki ruggar rætt.

At nevnt verður, at okkurt konufólk hevur føtt í bili á veg til Havnar, er einki nýtt. Tosa verður um áleið 70 km koyring, ella ein tíma. Men hvussu nógv búgva ikki bæði 70 og fleiri km frá Landssjúkrahúsinum. Koyrir sjúkrabilur, so gerst túrurin enn skjótari.

At sjúkrahúsuppgávan er ein landsuppgáva, sum við sínum effektivitetið sparir so at flest øll sløg av læknum og specialistum kunnu verða sett í starv, soleiðis at fólkið fær bestu hjálp, tá á stendur.

Hetta er ongin lokalinnspræning til teir lokalu kassarnar. Tað mugu onnur tiltøk til. Og starvsfólkið og læknar fáa arbeiði, har sjúkrahúsið er. Tað umvenda vildi verið og er ein grátuligur parodiur.

Annars áttu øll at lisið ta politisku sosialu og heilsusøguna serliga í 20. øld, tí so høvdu fleiri varnast, at málið er vorðið til atkvøðufiskarí av høgra, tí høgra, ið annara ongantíð, eg sigi ongantíð hevur verið við at lyfta og lætta um, tá brúk hevur verið fyri tí. Og heldur ikki er tað – tann dagin í dag. Her er og verður bert eitt eg, meg og mítt.

Dagfinnur Danbjørg.