Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlitið á sjónum má vera í lagi

Í eina tíð hava ábendingar verið um, at eftirlitið við fiskiveiðuni undir Føroyum ikki er nóg gott.

Ólógliga garnaveiðan hjá garnaskipinum Anitu og vanlukkan, har ein av manningini fórst, hava víst okkum, at ábendingarnar tíverri hava verið rættar.

Uttan at leggja sjófólk í síni heild undir at reka ólóligan fisiskap og at fara illa um regluverkið annars, so kann staðfestast, at tað ber til at reka ránsveiðu við Føroyar við ólógligum reiðskapi, ófullfíggjaðum mynstringarlistum, manning, sum ikki hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvini í lagi og ivasamum trygdarviðurskiftium umborð.

Sum fiskivinnutjóð eigur at standa øllum greitt, at slíkt óreglusemi ikki eigur at koma fyri og enn minni halda fram, nú so nógv, meira ella minni av tilvild, er komið undan kavi.

Stovnar og stovnsleiðarar, sum hava ábyrgd av økinum, eiga tí ikki at skáka sær undan og togast um, hvør hevur ábyrgdina av, at eftirlitisskyldan verður útint á hesum, fyri landið so týdningarmiklað økið.

Óansæð, hvørjar mannagongdirnar eru, og óansæð ábyrgdina, ið er løgd á skiparar í samband við mynstringar o.a., - so er neyðugt við yvirskipaðum eftirliti, sum eingin ivi er um, hvør skal útinna. Tí tað vísir seg tíverri altíð at vera onkur ímillum, sum fer út um mark, og harafturat hevur eftirlitið týdning fyri trygdina á sjónum.

Aðalráðini sum varða av, mugu tí beinanveg skipa ábyrgdarbýtið um hesar uppgávur, ið Løgtingið og altjóða reglur, sum vit hava bundið okkum til, hava álagt fyrisitingini at útinna. Hetta eigur at verða gjørt uttan drál og á ein hátt, sum tryggjar, at eingin ivi er um, hvør skal útinna neyðuga eftirlitið!

Undanførsla finst ikki! Tí vit hava góðar maritimar útbúgvingarskipanir og viðkomandi skeiðstilboð á altjóða støði í landinum. Harafturat hava vit dugnaligt sjófólk. Og vit hava eisini myndugleikar, hvørs fremsta uppgáva er at tryggja neyðuga eftirlitið.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður