Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlønaraldur

Tað er eitt løgið orðaskifti, sum er íkomið um eftirlønaraldur.

Tað er einki dulsmál, at vit øll vilja blíva gomul. So hvørt okkara arbeiðsorka minkar, mugu vit hava onkran at hjálpa okkum, og tey einastu, sum álit er í, eru børnini. Tey minnast, at foreldrini hava hjálpt sær, tá tey vóru smá, og nú hjálpa tey foreldrunum, sum eru gomul og veik.

Nú er so tað hent, at myndugleikarnir leggja órímiligar skattabyrður á barnafamiljurnar, soleiðis at tær ikki orka at hjálpa foreldrunum. Tá verður tann neyðloysn funnin, at tað almenna kann nýta ein part av sinum inntøkum til at gjalda foreldrunum. Tað er hetta, sum vit kalla fyri pensión, og vit hava ásett, at hana skulu øll fáa, tá ið tey eru 67.

Nú verður skotið upp, at hesin aldur skal fara upp. Tað almenna hevur tørv á at spara, og so má onkur missa fyri at tað skal bera til at gjalda fyri útreiðslurnar.

Men spurningurin er, um málið ikki skuldi verið tikið upp í einum størri høpi. Hetta er ein spurningur, sum er í øllum londum, og tað er ikki forboðið at kaga eftir tí sum umhugsað verður uttan fyri landoddar okkara.

Tankin um at tað almenna skal gjalda eitt nú til okkara gomlu var á fyrsta sinni settur í verk av Bismarck í Týsklandi fyri 140 árum síðani. Hann var mikil íhaldsmaður, og hann helt, at við at loysa hetta vandamál bar til at fáa takksamar borgarar, sum vildu gera landinum gagn. Eftir øllum at døma hevur amerikanski forsetin Nixon verið av somu sannføring, tí hann tók undir við búskaparfrøðingum, sum hildu, at ikki bert tey gomlu, men allir borgarar í USA skuldu fáa eina grundupphædd útgoldna frá tí almenna. Fremstur av hesum búskaparfrøðingum var Milton Friedmann. Á henda hátt slapst undan øllum tosi um eftirlønaraldur, tí øll fingu eina grundupphædd, sum var so høg, at tað við sparsemi bar til at liva í landinum.

Henda hugsjón hevur ikki fingið nakra serliga undirtøku higartil. Nú er tó okkurt um at henda í hesum máli. Í Sveis ber til hjá veljarum at krevja, at eitt uppskot, um tað hevur nóg nógvar undirskriftir, skal verða lagt til veljararnar at góðkenna ella vraka. Nú eru teir í holt við at leggja eitt slíkt uppskot um borgaraløn til fólkaatkvøðu.

Eingin veit frammanundan, hvussu úrslitið verður á eini fólkaatkvøðu, men eitt er vist, og tað er, at hetta átak borgaranna í Sveis fer at kyka í orðaskiftið um hvørt eftirlønaraldurin skal avtakast. Hann skal ikki fara frá 67 árum upp í 68, tí borgaralønin, sum øll fara at fáa, verður útgoldin frá 16 ára aldri!

Hetta siga tey, sum skil hava fyri slíkum, væl at bera til. Spurningurin er bara, um tað er politiskur vilji til at seta hetta í verk. Er hann tað, so kann tað gerast.

Zakarias Wang