Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirmeting av venjing í Norðskálatunlinum

TILBÚGVING: Mikukvøldið 27. mai, 2015, var tilbúgvingarætlanin fyri Norðskálatunnilin aftur roynd í verki. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini, vóru Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið, Politiið, Ambulansutænastan og Landsverk. Harafturat vóru eygleiðarar frá teimum ymisku innsatspørtunum, sum hava skrivað frágreiðing frá venjingini.

Endamálið við tilbúgvingarætlanum yvirhøvur er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og samstarvið partanna millum verður tá roynt í verki. Í eini tilbúgvingarætlan hava allir partar í tilbúgvingini fastar mannagongdir. Av tí at eitt møguligt óhapp í einum tunli krevur, at fleiri partar seta inn, er neyðugt, at ein tilbúgvingarætlan fastleggur bæði førleika og arbeiðsgongdir í bjargingararbeiðinum. Allir partar í tilbúgvingini hava ábyrgd av at gera og dagføra deilplanin fyri sítt arbeiðsøki, meðan Landsverk samskipar tilbúgvingarætlanina og skipar fyri, at venjingar verða hildnar í tunlinum.

Partarnir, ið stóðu fyri venjingini, hava nú lisið frágreiðingarnar frá eygleiðarunum. Niðurstøða av venjingini er, at tað sæst aftur, at innsatsfólkini eru betri útbúgvin í dag.Trygdarútgerðin í Norðskálatunlinum er í lagi, men víðlíkahaldið og eftirlitið av útgerðini eigur at verða betri. 

Ein veikleiki, sum eisini sást aftur í venjingini er manglandi venjingin, tá ið innsatsfólk skulu nýta nýggja trygdarútgerð og handfara eina ólukku undir umstøðum, sum tey ikki eru von við. Við fleiri venjingum av hesum slagi fara tey í tilbúgvingini at kenna sín leiklut betur og eisini teknisku útgerðina í tunlinum. Semja er eisini um, at sjálv tilbúgvingarætlanin skal endurskoðast og gerast greiðari og einfaldari. Eitt, sum gongur aftur í eftirmetingini, er, at innsatsfólkini í Føroyum mangla útbúgving í innsatsleiðslu og skaðastaðsleiðslu. Tað er nakað, sum avvarðandi brunamyndugleikar eiga at seta sum eitt krav, soleiðis at øll í tilbúgvingini eru væl fyri til slíkar krevjandi og truplar uppgávur. 

Hesir stóðu fyri venjingini í Norðskálatunlinum: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Jákup Nolsøe, Ambulansatænastan, Martin Berg, Politiið og Jákup N. Olsen, Landsverk.