Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg breyt tagnarskylduna

Tað var neyðugt fyri at søgan kundi verða søgd.

Í gjár klokkan 14:27, skrivaði Norðlýsið á heimasíðuni, at Sveinur Tróndarson, ið fyrr hevur kalla seg Poulsen, hevur arbeitt hjá Landsgrannskoðanini, og skrivaði har frágreiðing til løgregluna tá Jørgen varð meldaður fyri tollsvik.

Norðlýsið ber uppundir, uttan at siga tað greitt, at Sveinur, brýtur tagnarskylduna, við at fara út við trúnaðarupplýsingum.

Norðlýsið skrivaði: Eftir at myndugleikarnir avgjørdu ikki at gera meira við málið hevur Sveinur sambært honum sjálvum fleiri ferðir roynt at fingið hendur á skjølum í málinum og tað var eisini fyrrverandi eftirlitsmaðurin hjá Grannskoðanardeild landskassans sum ”Breakaði” málið beint undan jólum á portal.fo.

Eg breyt tagnaðarskylduna

Klokkan 18:27, skrivar Norðlýsið so aftur:

Sveinur Tróndarson, sum er upphav til heitastu fjølmiðlasøguna sum hevur verið á breddanum seinastu vikurnar um P/F N. Niclasen, sum Jørgin Niclasen hevur verið stjóri í, framdi svik - viðgongur at hann við at siga søguna hevur brotið tagnaðarskyldu, sum hann sum starvsfólk hjá landsgrannskoðani átti at hildið.

- Eg eri ikki í iva um at P/F N. Niclasen, har Jørgen Niclasen var stjóri framdi lógarbrot, og størsti trupuleikin er at myndugleikarnir hava roynt at lagt lok á málið og harafturat hevur tað nærmæst verið ógjørligt hjá fjølmiðlunum at fingið innlit í málið. Tí kenni eg tað sum mína moralsku skyldu at siga søguna sum hon er nevniliga at P/F N. Niclasen hevur framt lógarbrot, men at politiið ikki kundi reisa ákæru tí eingin straffiheimild var í lógini.

Tað er eingin ivi um at eg havi brotið tagnarskylduna, men tað var neyðugt fyri at søgan kundi verða søgd. Tað hevur verið roynt í 14 ár at fáa søguna fram uttan at tað hevur eydnast og tí valdi eg at siga hana sjálvur.

Sveinur sigur, at hann hevur verið opin um, at hann hevur starvast hjá Landsgrannskoðanini, og ikki hevur dult nakað.

Sambært løgregluni kundi eingin revsast og tí gjørdu teir ikki meira við málið.

Eru tað onnur mál sum tú hevur skriva um, sum tú viðgjørdi sum starvsfólk á Grannskoðanardeild Landskassans?

Nei, svarar Sveinur Tróndarson, avgjørdur tá Norðlýsið spyr hann.

Tagnarskylda dekkar ikki lógarbrot

Í viðmerking, sigur Oyggjatíðindi:

Sveinur viðgongur, at hava brotið tagnarskylduna, sum hann hevur havt í trúnaðarstarvi. Hetta er uttan nakran, sum helst iva, grovt lógarbrot, og eigur undir vanligum viðurskiftum, at verða rættarsøkt.

Er tað hinvegin talan um, at Sveinur bevíst brýtur tagnarskylduna fyri at avdúka, at almennir myndugleikar halda hondina yvir revsiverdum viðurskiftum, kunnu umstøðurnar vera annarleiðis.

Tagnarskylda kann t.d. ikki áleggjast fólki fyri at tiga um lógarbrot, men lat óheftar persónar gera ta metingina.

Okkara trupulleiki er, at samfelag okkara er so korrupt, at her kunnu vit rokna við øllum.

Men Sveinur sigur við Norðlýsið, at hann ikki hevur brotið tagnarskylduna í øðrum slíkum málum.

Kelda: http://nordlysid.fo/eg+breyt+tagnadarskylduna.html