Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri, treiv í kendu og yvir 100 ára gomlu yrkingina hjá Símuni av Skarði, sum var ein uppsangur til føroyingar um at taka seg saman og læra av menning og framburði íslendinga. Í dag eru vit á flestu førum á jøvnum føti og í góðum samstarvi.

Hetta segði borgarstjórin m.a., tá hann setti árliga tiltakið á Sendistovu Føroya í Reykjavík í sambandi við Mentanarnáttina í íslendska høvuðsstaðnum.

Røðan var soljóðandi:

Harra sendimaður, góðu gestir og góðu vinir!

Sum borgarstjóri í Tórshavn er tað mær ein sannur heiður at bjóða tykkum vælkomnum til hetta árliga tiltakið, nú Sendistova Føroya enn eina ferð bjóðar inn á gólvið í sambandi við Mentanarnáttina í Reykjavík.

Hesaferð eru tað fýra av okkara frægastu myndlistamálarum, sum sýna fram. Tað er Mortan Carlsen frá Listaglugganum, ið hevur valt út málningar eftir Eyðuni av Reyni, Bárður Jákupssyni, Arnholdi Vegghamar og Finnleifi Mortensen. Allir eru teir sera virknir og umboða á hvør sín hátt egin rák í nútíðar føroysku málningalistini.

Í Hørpu eru eisini fleiri føroyskar tónlistaframførslur. Tað er stórbært, at føroysk tónlist altíð fær rúmd í Hørpuni á mentanarnáttini. Hesaferð spæla Døgg Nónsgjógv og Jógvan Joensen – og, ja, sanniliga eisini Annika Hoydal, sum í mong mong ár so hegnisliga hevur breitt út føroyska tónlist og mentan í Norðurlondum. Hon er ein ektað og blómandi føroysk song-diva, og vit gleða okkum eisini at hoyra hana syngja her um eina løtu.
--
Háskúlamaðurin Símun av Skarði yrkti til ein fólkafund í 1905 tey kendu orðini:

Eg var mær og vitjaði bróður,
sum er størri og eldri enn eg;
mangan hevur hann verið mær góður,
mangan víst mær á beinasta veg.

Hetta var árið fyri, at Símun av Skarði yrkti tjóðsangin, og hetta var eisini árið fyri, at tjóðskaparspurningurin í Føroyum gjørdist politiskur við floksbýti á løgtingi.

Hetta vóru sostatt tjóðskaparligar rembingartíðir. Yrkjarin leitar til bróðurin – Ísland, har hann sær, hvussu afturútsigldir føroyingar eru mentanarliga og samfelagsliga. Hann fær tey ráð, at:

at vit sjálv eiga lívsneistar øll,
at tað verður eitt bál,
um at hvør mannasál
leggur sín neista til hin sama eld.

Yrkingin er so at siga ein uppsangur til føroyingar um at taka seg saman og læra av menning og framburði íslendinga.

Nógv er hent hesi 110 árini, og í flestu lutum eru vit nú á jøvnum føti, har vit í góðum samstarvi læra av hvørjum øðrum.

Í alheimshøpi eru vit brøðratjóðir lítlar, men við stóra havríkidøminum í huga, so eiga vit saman stóran part av øllum tí fiski, sum evropearar á fastlandinum vilja hava at eta. Hetta gevur okkum eina sterka serstøðu í Evropa.

Mentanarliga eru vit úr somu norrønu rót, og lívstreytir okkara í norðurhøvum líkjast nógv. Í mínum politiska lívi og eisini sum forseti fyri føroysku ítróttina havi eg altíð átt ein vin í íslendingum, og eg veit, at hetta er eisini galdandi hin vegin. Vit stuðla hvør øðrum.

Í summar upplivdu vit so nakað heilt serligt, tá íslendingar tóku allan fótbóltsheimin á bólið. Tað hava føroyingar eisini gjørt onkuntíð, men hesaferð slóð føroyska hjartað fult og heilt fyri íslendingum. Túsundtals føroyingar fylgdu við á stórskíggja á nýggju trappuni í Vágsbotni í Havn. Rómurin hoyrdist um allan býin.

Hetta vóru serligar løtur, og eg veit, hvussu glaðir íslendingar vóru um henda fjepparastuðulin úr Føroyum. Hvør einasti okkara, sum kennir onkran íslending, fekk um Facebook, teldupost ella telefon rørandi takkarkvøður sendandi. Onkursvegna vakti hetta ta sterku felagskensluna millum íslendingar og føroyingar, har vit saman standa sterkari. – Og vit føroyingar hava eisini lært okkum at rópa HUU.
--
Samstarvið millum Tórshavn og Reykjavík er fjølbroytt bæði innan mentan, vinnu og umhvørvi.

Fyri okkum – bæði íslendingar og føroyingar – hevur tað stóran týdning, at sluppin Westward Ho javnan vitjar í Íslandi. Tórshavn og Reykjavík gjørdu samstarv um hetta, tí at vit vilja, at hesar ferðir skulu minna okkum á farna og harðbalna tíð við íslendsku grunnarnar, og er eisini ein viðurkenning til teirra, sum við vaðbeinið løgdu so nógv fyri at byggja land heima í Føroyum. Westward Ho er í sjálvum sær ein mentanarberi í útnorði, har gamal sjómansskapur verður hildin í hevd.

Fyri okkum er tað eisini stór gleði á hvørjum ári at fáa eitt jólatræ í gávu frá Reykjavík, og sum altíð hugtekur havnarfólk og vitjandi nógv. Eisini hetta samstarv fevnir um meira enn bert træið, tí talan er eisini um at økja tilvitið millum okkara ungdóm fyri gróðurseting av trøum og viðarvøkstri og umhvørvinum sum heild.

Tórshavnar kommuna og Sendistova Føroya hava eisini nú í fleiri ár samstarvað um hetta tiltakið her á Sendistovuni í sambandi við mentanarnáttina. Tórshavnar kommuna er errin av at kunna vera við sum stuðul og samstarvspartur, og mín vón er, at Sendistovan og høvuðsstaðarkommunan í Føroyum eisini framyvir eru við til at geva eitt munagott føroyskt íkast til mentanarnáttina í Reykjavík.

Tað var mær í hesum sambandi stórur heiður at hitta nývalda íslendska forsetan Guðni Jóhannesson á Bessastøðum í gjár. Vitjanin sannførdi meg um, at samstarv millum føroyingar og íslendingar á so mongum økjum fer at mennast enn meir, og luturin hjá Tórshavnar kommunu skal ikki liggja eftir.
--
Góðu tit øll. Eg skal enda her við at takka Sendistovu Føroya fyri at standa fyri hesum tiltaki, og takk til tykkum øll, sum hava fyrireikað.

Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum øllum eina góða og hugnaliga Mentanarnátt 2016 bæði her á Sendistovuni og til tey mongu tiltøkini í Reykjavíkarbýi annars.

Takk fyri.

Heðin Mortensen
borgarstjóri